Allir føroyingar skulu hava viðgerðartrygd

Løgtingslimir vilja nú hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at útgreina, hvussu tað kann setast í verk

 

 

Allir føroyingar skulu hava eina trygd fyri at tá ið illgruni er um eina sjúku, skal bíðitíðin at sleppa í viðgerð, vera rættiliga stutt.

Tað halda tey í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum.

Tað er Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um viðgerðartrygd fyri allar føroyingar. Tí vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at allir føroyingar skulu hava trygd fyri, at frá tí at illgruni er um eina sjúku skal tað ongantíð ganga longri enn ein mánaði,  so skal viðgerð verða sett í verk. 

 

Tey í Trivnaðarnevndini ásanna, at spurningurin um viðgerðartrygd er umfatandi, men at endamálið er, at bíðitíðin skal vera so stutt sum gjørligt fyri allar sjúklingar.

 

Men fyri at fáa eina skipan við eini viðgerðartrygd, er tað neyðugt at gera eitt útgreinandi arbeiði so vit kenna fortreytirnar fyri, hvat krevst fyri at røkka endamálinum. Tí mælir nevndin til, at tikið verður undir við, at vit fara at greina fortreytirnar fyri viðgerðartrygd, so hetta kann verða sett í verk. 

 

Tí heitir nevndin á Løgtingið um at fáa landsstýrið at kanna og útgreina, hvussu ein skipan um viðgerðartrygd í sjúkrahúsverkinum til allar føroyingar, kann setast í verk og hvørjar fíggjarligar avleiðingar eru. Og tá ið tað er gjørt, skal Landsstýrið leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta, sigur ein samd Trivnaðarnevnd.