- Í morgun havi eg selt fyri 3.000 krónur í fiski og livrum, sigur Mortan Johannesen, sum aftur var á nýggja sølutorginum í Vágsbotni í morgun Ein av teimum, sum dúgliga hevur vitjað á marknaðarplássinum í Vágsbotni við fiski seinnu árini, er Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi.
Seinasta fríggjadag, tá torgið alment varð tikið í nýtslu, var hann feskum fiski, og longu í morgun var hann aftur við feskum fiski og livur.
- Í morgun havi eg selt fyri 3.000 krónur. Tað eru serliga miðalaldrandi fólk og eldri, sum koma fram við at keypa. Tey ungu eru ikki so røsk at keypa fisk. Tað hevði tí verið gott, um tey tilkomnu beinleiðis mintu tey ungu á, at fiskur er góður og bíligur døgurðamatur, sum er góður fyri heilsuna.
Mortan sigur, at ein donsk kvinna, sum ein dagin herfyri vildi keypa fisk fyri 100 krónur, gjørdist bilsin, tá hon sá, hvussu nógv hon fekk fyri pengarnar.
- Hon gjørdi tí ikki matari enn at keypa fyri 300 krónur og segði, at hon fór at taka fiskin niður til Danmarkar við sær ? við flogfari ? so tey kundu leggja fløkini á grilluna til okkurt ávíst høvi.
Mortan Johannesen sigur, at sølan í morgun hevur gingið rímiliga væl, og hann heldur, at nýggja torgið er sera kærkomið.
- Allir havnabýir hava eitt fiskatorg, og eg fegnist um, at torgið í Vágsbotni nú er vorðið veruleiki, sigur útróðrarmaðurin.