Tey, sum hava longst eftir at hoyra kenda bólkin, Mezzoforte, á Jazzfestivalinum í Havn í kvøld, kunnu nú draga andan lættan.
Tað hevur tikið sína tíð, men nú hava allir limirnir í bólkinum loksins fingið fast undir føturnar í Føroyum
Tey, sum fyrireika Jazzfestivalin siga, at sostatt verður konsertin í kvøld klokkan 19.30, sum ætlað.
Fýra Mezzoforte limir, sum skuldu koma úr Íslandi ígjár, máttu setast aftur at bíða eftir betri veðri í Føroyum og flogfarið við teimum lendi klokkan 11 í morgun.
Spenningurin var tó ikki heilt av, tí tríggir manglaðu at koma umvegis Danmark. Hesir eru nú eisini lendir í øllum góðum og eru klárir til stóra brakið íkvøld klokkan 19.30.