Í dag leika fleiri enn tjúgu útlendingar í føroyskum fótbólti. Men ikki nógvir av teimum kunnu reypa av, at teir teljast millum teir bestu málskjútarnar í sínum feløgum.
Eitt av undantøkunum er tann nýggjasti álopspælarin hjá sumbingum, Nebosjá Veljkovic. Hesin 27-ára gamli jugoslavin kom til Føroya, tá ið bólkaspælið í steypakappingini longu var byrjað, men kortini megnaði hann at skora trý mál í teimum fýra dystunum, hann var við, og so legði Nebosja Veljkovic fimm mál afturat í teimum fyrstu seks umførunum í landskappingini, har hann er á odda á málskoraralistanum millum útlendingar saman við Marcelo úr B68. Nebosja, ella sum sumbingar rópa hann, Baja, er sera skjótur leikari og man vera ein av teimum kvikastu í 1.deild.
Tá ein sær Baja spæla, er tað ringt at ímynda sær, hvussu torført sálarliga hann og tveir liðfelagarnir hansara, beiggjarnir Spasojé og Nikola Biberdzic, hava tað hesar dagarnar. Allir tríggir, eins og fyrrverandi NSÍ-venjarin Milan Cimburovic, eru ættaðir úr Kragujevac. Hesin býirin liggur mitt í Jugoslavia, og tær síðstu vikurnar var hann nógv at hoyra í ymiskum tíðindasendingum kring allan heimin. Kragujevac er ein tann býurin, ið hevur upplivað tað ringasta av amerikonsku loftálopunum á Jugoslavia. Her finnast fleiri verksmiðjur, sum framleiða vørur av ymiskum slagi, til dømis tann kenda Zastava, ið framleiðir tað einasta egna slagið av bilum í landinum. Hesar verksmiðjurnar vóru millum málini hjá NATO-loftálopunum, og í dag liggja tær nærum oyðilagdar. Men ikki altíð raka amerikanskar bumbar síni upprunaligu mál, og sivilfólk í býnum eru tí í stórum vanda hvørja einasta nátt. Næstan alt vanligt virksemi í býnum er steðgað, eisini fótbóltur, og her er eingin skúlagongd.
Úr Kina til Sumbiar
Tá ið eg var og vitjaði í Sumba á Hvítusunnu, stakk eg inn á gólvið hjá Nebosja og landsmonnunum hansara, ið stríðast fyri sítt dagliga breyð við at spæla fótbólt langt burtur frá heimlandinum. Spasojé var ikki inni, tí hann skuldi við Smyrli til Havnar við einum barnaliði, hann er venjari hjá. Men Nebosja og Nikola vóru við hús, og teir bakaðu pannukakur til nátturða. Hvørgin teirra er giftur, og tí noyðast teir at gera mat og passa hús sjálvir.
Tá sumbiarjugoslavarnir eru heima, sita teir sum oftast framman fyri sjónvarpsskíggjanum og fylgja spentir við seinastu tíðindum í móðurlandinum, og ringja næstan hvønn dag heim fyri at vita um alt veit væl við hjá teimum nærmastu.
? Familjan hjá mær í Kragujevac býr bert tvey hundrað metrar frá einari hernaðarstøð, ið bleiv bumbað fleiri ferðir, síðan álopini byrjaðu, greðir Nebosja fra.
? Okkara hús bleiv rakt av bumbingini eisini, tíbetur ikki so illa. Tað er ræðuliga trupult at fyrireika seg til dystir her í friði og ró, meðan familjan og vinfólkini eru stødd í so vandamiklum umstøðum. Fyri kortum fekk eg boðini um, at ein av mínum góðu vinum, fyrrverandi málmaðurin í okkara felagi, ið var í hertænastu, bleiv dripin í stríði millum serbiska herin og albanar í Kosovo. Hann ver bert 22 ára gamal. Tílíkar hendingar í lívinum eru ómetaliga ringar at góðtaka. Men vit eru bjóðaðir til Føroya ikki til at grenja, men fyri at sparka bólt. Og tað skulu vit gera, so leingi sum vit eru her.
Baja hevði ikki spælt á serliga høgum støði í Jugoslavia. Hansara fyrrverandi lið hava ongantíð verið í jugoslavisku 1. deild. Baja var hálvtíðarspælari, og harumframt átti hann ein lítlan handil saman við pápa sínum. Men Nebosja leikti nógv innandurafótbólt, og í hesum sambandi var hann rættiliga kendur í landinum, tí innandurafótbóltur hevur stóran áhuga í Jugoslavia. Fyri tveimum árum síðani fekk Baja tilboð at fara so langt sum til Kina fyri at hjálpa einum 1. deildarliði at sleppa undan niðurflyting.
Fótbóltur hevði ongantíð verið høvudsítróttargrein í heimsins fólkaríkasta landi, men tey síðstu árini hevur kinesiska fótbóltsambandið roynt at veksa áhugan fyri »ítrótt nummar eitt« í flestu av teimum umleið tvey hundrað londunum í heiminum. Fleiri útlendingar spæla við kinesiskum liðum, men ikki serliga nógvir av teimum umboða landslið í sínum londum. Liðið, sum núverandi Sumba-áleyparin spældi við, eitur Apollo og er úr Guangdjo, einum býi við ikki færri enn sjey millionum íbúgvum, ið liggur ikki langt frá Hong Kong.
Fimm mál í fjúrtan dystum vóru ikki nóg mikið til at bjarga Apollo, sum flutti niður.
Eingin fær tað lætt móti Sumba
Tað var ígjøgnum Spasojé Biberdzic, ella Bibi, sum hevur verið og spælt í Føroyum frá fjørvár, at sumbingar settu seg í samband við bróður hansara, Nikola, ið áður hevði roynt seg í tysku 3. deild, og seinni við Nebosja Veljkovic. Tað kann vera eitt sindur ironiskt at skifta frá einum liði úr býnum við sjey milliónum íbúgvum og tríati túsund áskoðarum á hvørjum dysti, til eitt annað, ið umboðar eina bygd, har færri enn trý hundrað fólk búleikast. Men hóast munurin millum Guangdjo og Sumba annars er stórur, er uppgávan hjá jugoslavanum tann sama ? at hjálpa sínum nýggja liði í stríðnum ímóti niðurflyting. Men hóast Baja ger sítt arbeiði gott, eru sumbingar framvegis blankir á stigartalvuni.
Tað er torført at skilja, sigur Nebosja, tí vit hava nógvar góðar spælarar her í felagnum, sjálvt um tað er so lítið, og áttu at havt í minsta lagi seks ella sjey stig í dag. Men vit vóru sera óhepnir bæði í Fuglafirði og heima ímóti B68. Øll vónin er kortini ikki farin enn, tí tað eru nógvir dystir eftir í kappingini. Annars vil eg rósa fólk her í bygdini fyri teirra ótróliga stóra áhuga fyri felagnum og fótbólti yvirhøvur og ikki minst takka teimum fyri tann stuðulin, vit fáa frá teimum í hesum ringu døgunum fyri okkum tríggjar og fyri okkara moðurland. Og vit skulu royna okkara besta fyri at lata góð minni frá okkum í hesi hugnaligu bygdini, tá vit ein dag venda heimaftur. Nær tað verður, veit eingin av okkum at siga, men inntil oktober mánað eru vit sumbingar. Men hóast vit eru í Føroyum og royna at gera okkara besta á fótbóltsvølli, eru allir tankar okkara heima, tí tað eru ting í lívinum, ið eru nógv týdningamiklari enn fótbóltur. Og tað sama er galdandi fyri allar landsmenn okkara, ið umboða okkara tjóð í ítróttarhøpi uttanlands, eisini her í Føroyum. Fyrst og fremst eru vit jugoslavar, og bert síðan fótbóltspælarar. Og tað kann gera lítlan mun, hvussu nógv stig hvørt lið hevur á stigatalvuni, meðan fólk í okkara landi liva í stríði og ófriði. Tí skal ein fyrigeva Bibi, tá hann í dystinum heima á Sandi tók bóltin í hondina tvær ferðir og harvið varð útvístur. Spasojé hevur ikki verið heima í fjurtan mánaðir, og hann bleiv øgiliga stressaður av at liva í longsli og óviti. Nú er hann nøkulunda komin fyri seg aftur. Vit fara ikki at gloyma okkara arbeiði. Tí kann eg lova øllum málmonnunum í 1. deild, at teir ikki fáa tað lætt ímóti Baja, sama um liðini teirra megna at vinna á sumbingum ella ikki. Og stríðið hjá okkum er ikki liðugt enn.
Eg trúgvi, at vit enda á níggjunda plássi og vinna so niðurflytingardystin, júst sum í fjør. Verður tað ikki soleiðis, so gerst ikki við. Men okkara lítla felag fer at berjast til tað síðsta dómarabríkslið í tí síðsta umfarinum. Og teir, ið hava roynt seg ímóti sumbingum áður og kenna okkara stríðsvilju, kunnu altíð staðfesta tað.