Teir smáu trolbátarnir liggja

Væntandi loysir onkur trolbátur í vikuni, um veðrið loyvir tí, men hann sigur umskiftandi veður.

Fýra partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa.

 

- Upfiskafiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítfiski, serliga longu, hýsu og toski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska allir svartkalva og annan djúpvatnsfisk.

 

- Væntandi kemur onkur djúpvatnstrolari inn at landa hesa vikuna, verður lagt aftrat.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja. Væntandi loysir onkur í vikuni, um veðrið loyvir tí. Men, hann sigur umskiftandi veður.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri hesa vikuna.