Allir tunlar skulu bjóðast út ísenn

Tað einasta rætta er at hugsa stórt og at bjóða allar tunlar, sum skulu gerast, út ísenn, heldur Løgtingsmaður í samgonguni

 Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Løgtingið viðger eitt uppskot um at heita á Henrik Old um at bjóða Fámjinstunnilin út saman við Hvalbiartunlinum, sum annars skal bjóðast út seinni í ár. 

 

Tey, sum hava sett uppskotið fram, eru tinglimir í andstøðuni og teir báðir tinglimirnir í samgonguni, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen.

 

Heðin Mortensen sigur, at verður Fámjinstunnilin boðin út saman við Hvalbiartunlinum, verður Fámjinstunnilin munandi bíligari. Og tá ið Løgtingið viðgjørdi málið í morgun førdi Heðin Mortensen fram, at í roynd og veru er tað einasta rætta at bjóða allar tunlarnar, út í einum, bæði stuttar langar tunlar.

 

Hann hugsar um tunnil til Hvalbiar, tunlarnar Norður um Fjall, Fámjinstunnilin, Dalstunnilin, tunnilin til Gjáar, tunnilin til Tjørnuvíkar, tunnilin til Vestmanna, tunnilin undir Gøtueiði tunnilin til Velbastaðar, tunnilin til Sandavágs, og aðrar tunlar við.

 

– Bjóða vit allar hesar tunlar út í einum, høvdu vit fingið teir fyri ein prís, vit høvdu klára sum enki. Og so høvdu vit skriva politiska søgu, ístaðin fyri tað støðu, vit nú hava, har tað er stríð hvørja ferð ein samgonga skal skipast, við teimum politisku rossahandlum, tað ber við sær, sigur hann.

 

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, er púra samdur í, at tað einasta rætta, og tað bíligasta, er at bjóða tunlarnar til tær  smærru bygdirnar út undir einum, heldur enn at lata eitt tunlasjakk hjá Landsverki gera tunlarnar í smáum, tí tað fer at taka nógvar ferðir longri tíð.