Allir undirsjóvartunlar leggjast saman í eitt felag

Hjá summum politikarum ljóðar tað sum sum um at tá ið teir hava fingið sítt, leggja teir minni í, hvat onnur í landinum fáa, heldur Heðin Mortensen

– Tann besta loysnin er, at allir undirsjóvartunlarnir verða lagdir saman í eitt felag.

Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Barni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur spurt hann í Løgtinginum um nøkur ætlan er um at leggja allar undirsjóvartunlarnar saman í eitt partafelag við einari umsiting og einari nevnd.

Sjálvur heldur hann, at tað er tann besta loysnina í einum lítlum landi, sum okkara, heldur enn at hava fleiri sjálvstøðug feløg.

Hann vísir á, at í dag hava vit tveir undirsjóvartunlar, sum eru í hvør sínum felag, við hvør sínari nevnd, tó at teir hava felags umsiting.

Men um nøkur ár hava vit eisini ein Eysturoyartunnil og ein Sandoyartunnil, og upp aftur seinni, eisini ein Suðuroyartunnil.

Tí er sjálvsagt, at teir verða lagdir saman í eitt felag, bæði fyri at spara umsitingarkostnaðir, og fyri at fáa eina samhaldsfasta skipan, har tunlar, sum geva avlop, eru við til at fíggja tunlar, sum geva hall.

Heðin Mortensen heldur, at tað besta er at hava allar tunlarnir í einum felag, heldur enn at hava teir í fleiri feløgum, vit hvør sínari nevnd og við fleiri umsitingum.

Hann nevnir eisini, at vit eiga at fáa eina loysn á økinum, har tey, sum koyra ígjøgnum fleiri undirsjóvartunlar ein dag, ikki skulu rinda fult gjald í øllum tunlunum. Tí heldur hann, at vit eiga at fáa eina avgjaldsskipan á økinum.

Hann heldur, at vit eiga eisini at finna eina felags loysn, soleiðis, at allir føroyingar eru við til at fíggja tann komandi Suðuroyartunnilin, akkurát sum allir føroyingar hava verið við til at rinda Norðoyatunnulin og Vágatunnilin, sum eisini eru við til at rinda Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Bjørt Samuelsen heldur, at eitt felags tunlafelag hevði staðið nógv sterkari, tá ið farast skal undir Suðuroyartunnilin.

Hon sigur, at tankin hevur verið frammi áður, men undirtøka hevur ikki verið fyri ætlanini, tí summer politikarar sóu fyri sær, at tað skuldi vera ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyartunnilin og Vágatunnilin.

Fólkafloksmenninir, Jákup Mikkelsen og Jørgen Niclasen taka ikki undir við, at Norðoyatunnilin og Vágatunnilin verða gjørdar til pengamaskinur fyri at fíggja aðrar útbyggingar.

– Verða tunlarnir lagdir saman, verða bummgjøldini hækkað, men øll, sum búgva í miðstaðarøkinum, sleppa undan at rinda, sigur Jørgen Niclasen.

Heðin Mortensen heldur, at hetta ljóðar sum um at politikarar halda, at tá ið teir hava fingið sítt, leggja teir minni í, hvat onnur í landinum fáa.

– Tey, sum koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, rinda eina tíggjukrónu fyri ein fullan bil av fólki, men skal ein einsamallur suðuroyingur til Havnar við bili, skal hann rinda 225 krónur, og hevur hann ongan bil, skal hann rinda 80 krónur.

– Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu øll vera felags um at rinda fyri samferðslukervið og hann staðfestir, at allir føroyingar hava eisini verið við til at rinda fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin.