Tunnilsmunnin í Rossagili vestan fyri Hvítanes. Tað er ein seiglivað myta, at útlendskir bilar ikki rinda fyri at koyra í undirsjóvartunlunum í Føroyum

Allir útlendskir bilar rinda tunnilsgjald

Millum 75 og 80 pro­sent av øllum út­lendsk­um bilum rinda tunn­ils­gjald á rættan hátt

Tunnilsmunnin í Rossagili vestan fyri Hvítanes. Tað er ein seiglivað myta, at útlendskir bilar ikki rinda fyri at koyra í undirsjóvartunlunum í Føroyum

Tað er ikki so sjáldan, at tú hoyrir, at út­lend­ing­ar einki rinda fyri at koyra í­gjøgnum undirstjóvartunlarnar í Før­oy­um.

Vit hava spurt Una Danielsen, stjóra í tunnil.fo, um tað er so, ella um tal­an er um ein »mytu«.

– Nei, tað passar ikki, og ja, hatta er ein seiglívað myta. Allir bil­ar rinda fyri at koyra ígjøgnum und­ir­sjóv­ar­tunl­ar­nar, sigur stjórin í tunnil.fo, sum er fel­ag­ið, sum krevur gjaldið inn fyri øll trý tunnilsfeløgini.

Hann vísir á, at til fyri einum tveim­um, trimum árum síðani var tað so­leið­is, at útlendskir bilar skuldu inn á ben­sin­støðir at gjalda. Tað var í so nógv ar­beiði av hesum, og tí hava tey gjørt eina nýggja skip­an, har útlendsk ferðafólk kunnu fara inn á heimasíðuna, har tey kunnu rinda fyri hvønn túr, men enn betur, har tey kunnu lesa sítt gjald­kort inn soleiðis, at tað verð­ur goldið tunnilsgjald so hvøt tey koyra ígjøgnum tunlarnar, eins og hjá tei­m­um, sum hava hald. Men  tal­an er ikki um hald, men um gjald fyri stakar túrar, sum er dýrari, og tí rinda útlendskir bilar meira enn før­oyskir bilar fyri at brúka und­ir­stjóv­ar­tunl­ar­nar.

Men hvat so, um útlendingar láta sum einki og koyra uttan at gjalda?

– Nei, tað gongur heldur ikki. Tí vit kunnu krevja pengarnar inn, eft­ir at tey eru farin, sigur Uni Dan­i­el­sen.

Hann sigur, at tunnil.fo brúka eitt fel­ag í London, sum krevur slík gjøld inn, og sum hevur atgongd til all­ar numm­arplátur í Evropa, so tað loys­ir seg ikki at koma hartil, tí tá verð­­ur tað ein dýrari søga við eyka­gjaldi oman á gjaldið, sum tunn­ils­fel­ag­ið skal hava.

Vit hava hoyrt um føroyingar, sum búgva uttanlands, og sum eru kom­in til Føroya við útlendskum bili, sum er komin illa fyri, tí tey hava hild­ið, at tey kundu koyra ó­keyp­is.

– Ja, slíkar søgur hava vit eisini hoyrt, at fólk í slíkum førum hava valt út­lendska bilin, »tí hann rind­ar ikki tunn­ils­gjald«, og so hev­ur við­kom­­andi fingið eina stóra rokning send­andi, sigur Uni Danielsen.

Hann sigur annars, at trup­ul­leik­in við útlendskum bilum, sum ikki rinda – og tí verður kravdir eftir peng­um gjøgnum hetta felagið í Lond­on, ikki er stórur.

– Tað eru millu 75 og 80 prosent av øllum útlendskum bilum, sum rinda tunn­ils­gjald, sum tey eiga, sigur Uni Dan­ielsen. Og tað heldur hann vera heilt gott, tí samanborið við í Nor­eg, so liggur tað ikki hægri enn á 10-15 prosent, sum rinda tunn­ils­gjøld, sum tey eiga. 

Hví so stórur munur er á, veit Uni Dan­i­el­sen ikki, men hann hugsar, ein or­søk kann vera, at í Føroyum er bara ein vegur av landinum, og tað er við Norrønu. So um tunn­ils­fel­agið vildi, so kundu tey havt fólk á bryggjuni ella umborð á Norrønu at krevja pengar inn.

Stjórin í tunnil.fo leggur afturat, at tey gera eitt stórt arbeiði at kunna útlendsk ferðafólk við bili um, hvussu reglurnar eru við­víkj­andi gjaldi og koyring í und­ir­sjóv­ar­tunl­u­num, og tað hevur givið á­vøkst, heldur hann.

 

Tunnilsmunnin í Rossagili vestan fyri Hvítanes. Tað er ein seiglivað myta, at útlendskir bilar ikki rinda fyri at koyra í undirsjóvartunlunum í Føroyum