Allur bústaðarpakkin nú lagdur fyri Løgtingið

Sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, er nú komið á mál við bústaðarpakkanum, har allir teir ymsu tættirnir nú eru lagdir fyri tingið Talan er um størsta bústaðarpolitiska reform í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum.

Bústaðarpakkin inniheldur hesi tingini:

- Lóg um lutaíbúðafeløg til vanligar lutaíbúðir og til lutaíbúðir til fólk við serligum tørvi

- Lóg um at skipa lutaíbúðir sum vardar bústaðir til eldri og fólk við serligum tørvi

- Broyting í lóg um mvg- og rentustuðul so lutaíbúðafeløg fáa somu sømdir sum aðrir eigarar av egnum bústaði

- Uppskot um endurskipan av Húsalánsgrunninum til trygdarstovn til at tryggja lutaíbúðafeløgum bíliga fígging

- Uppskot um at veita avdráttarfrí lán til bjálvingar- og orkusparandi tiltøk til pensjonistar úr nýggja Trygdarstovninum

- Leigulóg sum tann fyrsta nakrantíð at tryggja rættindi hjá leigarum kring alt landið

- Lægri skatting av leiguinntøku til tess at økja um útboðið og minkað kostnaðin á leiguíbúðum.