Hetta er fyrstu ferð - um allir veðurgudar eru við Atlantic Airways - at allur flotin hjá felagnum stendur á flogvøllinum í Vágum, og henda løta skal eisini avmyndast. Øll sjey flogførini og tær tríggjar tyrlurnar verða sett á rað á flogvøllinum og avmyndað
Sunnudagin kl. 20.15 kemur síðsta flogfarið til Føroya, og mánadagin árla verða øll flogførini og tær tríggjar tyrlurnar sett framman fyri Terminalin, og so skal myndamaðurin Per á Hædd gera hesa løtu æviga.
Seancan byrjar eftir ætlan kl. 10:00 mánadagin, tá Per á Hædd verður lyftur upp í loft at taka góðar myndir av hesi spennandi og sermerktu løtu hjá føroyska flogfelagnum, skrivar
www.vagaportal.fo (klikk her fyri at lesa)<a>.