Hóast Fólkatingsvalið ikki er útskrivað enn, eru flokkar so smátt farnir at hugsa um uppstilling.
Men Sambandsflokkurin tykist at vera komin eitt sindur longur í fyrireikununum enn aðrir flokkar, tí longu nú vera 14 valevni til fólkatingsvalið kunngjørd. Flokkurin leggur afturat, at kanska verða fleiri nøvn á listanum, tá ið avtornar.
Men 14 tey fyrstu valevnini hjá Sambandsflokkinum, eru:
1. Kaj Leo Holm Johannesen
2. Bárður S. Nielsen
3. Edmund Joensen
4. Helgi Abrahamsen
5. Reimund Langgaard
6. Alfred Olsen
7. Edva Jacobsen
8. Eivin H. Jacobsen
9. Rósa Samuelsen
10. Bjørn Kalsø
11. Johan Dahl
12. Gerhard Lognberg
13. Conrad Gaard Joensen, Vágur
14. Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík
Edmund Joensen, sum er fólkatingmaður, hevur langt síðani boðað frá, at hann bjóðar seg fram einaferð afturat, og hann er eisini á listanum.
Annars eru bæði Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður, og Bárður Nielsen, næstformaður á listanum.
Tað er somuleiðis vert er at leggja merki til, at eisini Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er á listanum. Hann hevur annars takkað fyri seg í landspolitikki, og hevur boðað frá, at hann hann stillar ikki upp aftur á næsta løgtingsvali.
Ein veljarakanning, Sosialurin gjørdi fyri einum mánað síðani, vísti, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin smyrja allar hinar flokkarnar av, og endurvinna teir báðar føroysku fólkatingssessirnar.
Á seinasta fólkatingsvali fekk Sambandsflokkurin 30,8 prosent av atkvøðunum, og varð nógv størsti flokkur. Veljarakanningin vísir, at hesa ferð fær hann eina fitta afturgongd og fær 26,9 prosent av atkvøðunum. Men hóast stóru afturgongdina, er tað ríkiligt til at verða næststørsti flokkur á hesum valinum, og sostatt til at fáa annan fólkatingssessin.
Javnaðarflokkirin, sum fekk annan fólkatingssessin seinast við 21 prosentum av atkvøðunum, ger eitt rættiligt skarvslop á næsta vali, og fær 28,8 prosent av atkvøðunum, og verður størsti flokkur, vísir altso seinasta veljarakanningin um fólkatingsvalið.