Almanna- og heilsumálastýrið ikki tikið nøkur stig

Um so er, at føroyska sjúkrahúsverkið fær munandi útreiðslur í samband við, at danska tyrlan møguliga gevst at flúgva í Føroyum vetrarhálvárið, so vil tann spurningurin verða tikin upp til ta tíð, segði Helena Dam á Neystabø í síðstu viku, tá hon svaraði fyrispurningi frá Jóanesi Eidesgaard

Jóanes Eidesgaard spurdi Helenu Dam á Neystabø, hvørja loysn landsstýrið ætlar at seta í staðin, nú eingin tyrla hjá donsku sjóverjuni verður frá miðjum oktober til 1. apríl? Og í øðrum lagi vildi Jóanes Eidesgaard hava at vita um roynt verður at gera eina avtalu við donsku sjóverjuna, so teir ikki gevast kortini, ella vil landsstýrið áleggja Atlantic Airways at røkja hesa uppgávuna eisini?

Og í triðja lagi við Jóanes hava at vita, at um landsstýrið áleggur Atlantic Airways hesa uppgávuna, hvørja upphædd skal felagið so hava játtaða til útbúgving og setan av neyðugum tali av flogskiparum? Og at enda vildi hann hava at vita, um Atlantic Airways skal røkja uppgávuna, verður so samstundis eisini latin eykajáttan til sjúkrahúsini, so tey kunnu gjalda fyri hesa flúgving?

Í viðmerkingunum til fyrispurningar, segði Jóanes Eidesgaard, at uttan at taka dagar ímillum, hvørja loysn landsstýrið velur, so má tað standa landsstýrinum púra greitt, at tænastustøðið á hesum øki ikki má lækkast. Hetta er ein spurningur um, hvussu tryggleikin verður á okkara sjóøki, í útjaðaranum og um alt landið sum heild, og har er einki at geva út av.


Onga fráboðan

Í svarinum til Jóanes Eidesgaard, segði almanna- og heilsumálaráðharrin, at hvørki Almanna- og heilsumálastýrið ella føroyska sjúkrahúsverkið hava fingið nakra fráboðan um, at eingin tyrla verður frá miðjan oktober til 1. apríl.

? Almanna- og heilsumálastýrið hevur tí ikki tikið nøkur neyðu stig í hesum sambandi. Hinvegin skal nevnast, at spurninguri viðvíkjandi donsku tyrlutilbúgvingini hevur verið frammi, tá ið statsministarin Poul Nyrup Rasmussen var í Føroyum og vitjaði. Hann lovaði, at hann skuldi taka málið uppaftur.

? Almanna- og heilsumálastýrið kann ikki áleggja Atlantic Airways at røkja tyrluflúgving, vísti landsstýriskvinna á.


Taka fatt

? Tað hava tí ikki verið samráðingar millum Atlantic Airways og Almanna- og heilsumálastýrið. Almanna- og heilsumálastýrið veit tí ikki, hvørja upphædd felagið skal hava til útbúgving og setan av neyðugum tali av flogskiparum, um so var, at Atlantic Airways átók sær hesa uppgávu.

? Um so er, at føroyska sjúkrahúsverkið fær munandi útreiðslur í samband við, at danska tyrlan møguliga gevst at flúgva í Føroyum vetrarhálvárið, so vil tann spurningurin verða tikin upp til ta tíð, segði Helena Dam á neystabø, tá hon svaraði Jóanesi Eidesgaard aftur.