Almannaverkið og læknaváttanir

Bæði í mínum arbeiði sum ergoterapeutur og sum privatpersónur hoyri eg ferð eftir ferð um, at fólk verða send av Almannastovuni eftir kommunulæknaváttan til sovorðið, sum heilt tykist at sakna nakra sum helst fakliga og sakliga grundgeving

Fólk, sum hava verið til serlæknaviðtalu á sjúkrahúsi og skulu søkja Almannastovuna um stuðul til heilivág, sum serlæknin ordinerar, verða send til kommunulækna eftir læknaváttan, eisini tá serlæknin hevur skrivað umsókn um stuðul fyri tey.
Fólk við viðføddum, varðandi breki og/ella sjúku, sum hava tørv á persónligum stuðli frá Stuðulstænastuni hjá Nærverkinum, skulu søkja stuðulin umvegis Almannastovuna. Eisini tey sendir Almannastovan eftir kommunulæknaváttan, áðrenn umsóknin fer til víðari viðgerð í Nærverkinum. Hesi eru sjálvdan ókend í Almannaverkinum, hava bæði gjøgnum pensiónsskipan og á annan hátt í nógvum førum, orsakað av teirra breki og sjúku alt teirra lív verið "kundar" har og hava frammanundan mangan í hópatali av læknaváttanum.
Børn undir 18 ár við fysiskum og mentalum viðføddum, varðandi breki hava lívslangan tørv á tænastum frá ymiskum fakpersónum t.d. fysio- ella ergoterapeuti. Eisini her mugu kommunulæknaváttanir til fyri at fáa játtan uppá tænasturnar frá Almannastovuni, ikki bara eina ferð, men ferð eftir ferð má farast til kommunulækna eftir læknaváttan til barnið, sum sum er føtt við breki og sum altíð fer at bera brek ...
Á flestu umsóknunum um stuðul frá Almannastovuni, er umsóknin samstundis ein heimild til, at Almannastovan kann innheinta neyðugar upplýsingar frá neyðugum instansum, t.d. læknum. Heintar Almannastovan so t.d. kommunulæknaváttan, sum umsøkjarin hevur givið loyvi til? Nei, fólk fáa boð um sjálvi at skaffa læknaváttanina. Nøkur eru so heppin, at tey hava ein kommunulækna, sum kann skriva váttanina, men mong eru, sum ongan fastan kommunulækna hava, tí eingin fastur kommunulækni er, har tey búgva.
Fyri uml. 3 árum síðan kom nýggj autorisatiónslóg í gildi í Danmark fyri heilsustarvsfólk. Ergoterapeutar og mær vitandi flestu føroyingar við útbúgving innan heilsuverkið, hava autorisatión frá Sundhedsministeriet. Sum ergoterapeutur við áhuga fyri økinum, fylgdi eg við í forarbeiðinum til donsku autorisatiónslógina og hvussu lógin kom at ávirka virksemið hjá ergoterapeutum í Danmark.
Upprunaliga var ætlanin hjá Sundhedsministeriet, at nýggja autorisatiónslógin skuldi áseta, at ergoterapeutar skuldu arbeiða undir læknaordinatión. Í viðmerkingum sínum til lógaruppskotið gjørdi danska Ergoterapeutforeningen (ETF) vart við, at um ergoterapeutar skuldu arbeiða undir læknaordinatión, fór lógaruppskotið at fáa stórar fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri bæði kommunur og kommunulæknar, at kommunulæknarnir fóru at koma at virka sum "omsvøbsdepartement" og at vegurin hjá borgaranum til uppvenjing fór at blíva langur og bureukratiskur.
Viðmælini frá ETF um ikki at krevja, at ergoterapeutar skuldu arbeiða undir læknaordinatión, vórðu fylgd, so sambært nýggju autorisatiónslógini hava ergoterapeutar sjálvir fakliga ábyrgd fyri teirra viðgerð. Eg rokni við, at sama er galdandi fyri onnur autoriseraði heilsustarvsfólk í Danmark, t.d. fysioterapeutar.
Ræðumyndin hjá danska ergoterapeutfelagnum, um at tænastan til borgaran fór at blíva verri og meira kostnaðarmikil, um ásetingarnar um læknaordinatión bleiv staðfest í nýggju autorisatiónslógini, líkist ikki sørt veruleikanum í Føroyum í dag.
Tað er harmiligt, ikki minst havandi í huga, at vit dagliga hoyra um, at tað táttar í peningaliga á øllum økjum, samstundis sum verðandi, rættiliga bureukratisku fíggjar- og orkukrevjandi mannagongdir á almannaøkinum ikki tykjast at ávirka tænastuna til borgaran til tað betra, kanska tvørtur ímóti.