Almannaverkið skal ansa eftir gentuni

Gentan, sum herfyri var funnin sek í at hava brotið inn í svimjihøllina og fleiri onnur innbrot fyrr í ár, fekk í farnu viku revsing sína at vita.

 

 

Gentan, sum herfyri var funnin sek í at hava brotið inn í svimjihøllina og fleiri onnur innbrot fyrr í ár, fekk í farnu viku revsing sína at vita.

 

Eftir at hava kannað málið og fingið innspæl frá heilsuverkinum, hevur dómarin avgjørt at geva 18 ára gomlu gentuni ein eftiransingardóm. Hon skal komandi fimm árini verða undir eftirliti av Almannaverkinum.

 

Hon sleppur sostatt undan fongsulsrevsging, men Almannaverkið fær ábyrgd av henni. Tað er tí upp til Almannaverkið at gera av, hvar gentan skal búgva og arbeiða, og hvørt hon hevur tørv á viðgerð av nøkrum slag.

 

Gentan varð funnin sek í at hava brotið inn í Á við Landavegin, í Mimir í miðbýnum, í Okkara á Hálsi, ein kampingvogn á Hálsi, í Svimjihøllina í Gundadali og í Blákrossbúðina í miðbýnum frá 21. juli til 6. oktobur.