Almenn bókaframløga í Miðlahúsinum

Hanus Samró fer at leggja bók sína - "Stríðið um makrelin" - alment fram í Miðlahúsinum mánadagin.

- Stríðið um makrelin fer aftur um politiska leiktjaldið. 

 

Tað heldur í hvussu er Hanus Samró, løgtingsmaður og rithøvundur, sum hevur givið út bókina - "Stríðið um makrelin".

 

17. august í 2009 var fundur á Parnassinum á Hotel Hafnia fyri Fiskimálaráðnum, Fiskiveiðueftirlitinum, Havstovuni, Nótaskipunum og nevndini í Føroya Reiðarafelag. Árni Dam, skrivari hjá Føroya Reiðarafelag, legði fram vegna Reiðarafelagið. Heitið á framløguni var "Makrelur – tilmæli til Fiskimálaráðið".

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, spurdi landsstýrið 13. oktober í 2009 um heimild at áseta Føroyum hægri makrelkvotu.

 

Trupulleikin var, um Føroyar slitu strandarlandaavtaluna, kundi tað kosta samfelagnum hundraðtals miljónir krónur. Hvat segði fiskivinnan? Politiska skipanin? Var semja um ætlanina?

 

- Stríðið um makrelin byggir á skjøl, ið lýsa gongdina, tá Føroyar kravdu sín sjálvsagda rætt, sigur Hanus Samró, sum skipar fyri almennari bókaframløgu í Miðlahúsinum klokkan 16 mánadagin, 17. august, har øll eru vælkomin.