Almenn móttøka í SMS klokkan 17

Tyrlan við Lindu Andrews er nú á veg til Havnar. Klokkan 17 verður stórfingin almenn móttøka í SMS, har Heðin Mortensen og Kaj Leo Johannesen fara at flyta fram røður. Nú er hon endiliga á veg til Havnar, okkara kæri sangfuglur Linda Andrews, sum vit nú hava bíða eftir í meiri enn eitt samdøgur.

Klokkan fimm seinnapartin skipa SMS, Atlantic Airways og Rás2 fyri almennari móttøku í SMS, har borgmeistarin og løgmaður fara at heiðra føroysku sangarinnuni. Eisini fer Linda Andrews at syngja nøkur løg fyri mongu føroysku fjepparunum.

Rás2 varpar beinleiðis frá tiltakinum í SMS.