Almenn ráðstevna: Føroyar í Europa

Nú Føroyar skulu hava fullan limaskap í EHEA, og hægri útbúgvingar her tí skulu skipast eftir altjóða leisti, verður boðið til ráðstevnu á Setrinum undir heitinum "Føroyar í Europa."

 

Hetta skrivar setur.fo.

 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri almennari ráðstevnu í Kongshøll fríggjadagin 10. november frá klokkan 13:00 til 16:00 um komandi limaskapin hjá Føroyum í europeiska økinum fyri hægri útbúgving (EHEA).

 

Endamálið við ráðstevnuni er at seta ítøkilig orð á tað góðskuarbeiðið, sum skal rótfestast, so álitið á føroyskar útbúgvingar innan- og uttanlands altíð hevur gott og gjøgnumskygt grundarlag.

 

Vit viðgera, hvussu góðskusamstarvið í Europa er við til at tryggja okkum altjóða góðskustig á hægri útbúgvingum, samstundis sum atlit verða tikin at okkara lokalu frábrigdum.

 

Á skránni verða føroyskar og útlendskar framløgur, har vit m.a. fara at hoyra um, hvussu aðrar smátjóðir í Europa hava gjørt, og hvat gagn tær hava fingið av sínum limaskapi í europeiska samstarvinum fyri hægri útbúgvingar. Eisini fara vit at hoyra um leiklutin hjá teimum føroysku lesandi, um politisku raðfestingarnar, og hvussu langt útbúgvingarmyndugleikin og Fróðskaparsetur Føroya eru komin í tilgongdini fram móti fullum limaskapi í EHEA.

 

Ráðstevnan er fyri øll, sum arbeiða við og hava áhuga fyri at fáa viðurskiftini á útbúgvingarøkinum í Føroyum skipað, so tey eru fult í tráð við altjóða krøv, skrivar setur.fo, og har sæst skráin eisini.