Almenn starvsfólk fáa betri verju um eitt ár

Um eitt ár fáa almenn starvsfólk eina skipan, har tey, dulnevnd, kunnu boða frá lógarbrotum, og óreglusemi

 

Um eitt ár fáa almenn starvsfólk eina varskógvaraskipan, har tey, dulnevnd, kunnu boða frá lógarbrotum og óreglusemi á stovninum, tey arbeiða á.

 

Tað boðar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, frá, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.

 

Sjálv hevur hon talað fyri at seta eina slíka varskógvaraskipan í verk fyri almenn starvsfólk, og nú hon er landsstýriskvinna, ætlar hon at seta hana í verk.

 

Og nú sigur hon, at eftir ársskiftið verður ferð sett á arbeiðið at gera eina slíka varskógvaraskipan fyri almenn starvsfólk og um eitt ár skal hon vera klár at seta í verk.

 

Hon sigur, at endamálið er at fáa eina skipan, sum er løtt at umsita, og at hugsandi er, at tað verður ein óheftur stovnur, sum skal umsita hana.

 

Fyri tveimum árum síðani legði Kristina Háfoss uppskot fyri Løgtingið um at seta eina slíka skipan í verk. Tá sat hon í andstøðu, og samgongan, sum tá sat, tók ikki undir við ætlanini.

 

Tá segði Kristina Háfoss, at. Tað er av sera stórum týdningi, at almenn starvsfólk, trygt, kunnu boða frá óreglusemi í almennu umsitingini.

 

- Seinastu árini eru fleiri dømi um starvsfólk, ið hava rópt varskó og gera vart við óreglusemi á arbeiðsplássi teirra ella innan økið, har tey starvast. Men søgan vísir tíverri, at persónligu avleiðingarnar kunnu gerast ógvusligar og tí aftra nógv starvsfólk seg við at varskógva um óreglusemi.

 

- Tí er neyðugt við eini varskógvaraskipan, ið bæði tryggjar, at óreglusemi verður fráboðað, og verjir tann, ið fráboðar, tí, segði Kristina Háfoss.