Í fjør ferðaðust almenn starvsfólk uttanlands fyri 23,6 milliónir.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Hann hevur svarað einum spurningi frá Poul Michelsen, tingmanni um, hvussu nógv ferðast upp á landsins besta við flogfari.
Av hesum verður mett, at tað almenna keypti ferðaseðlar frá Atlantsflogi upp á slakar 9,7 milliónir.
Restin er so ferðaseðlar frá flogvøllum, Atlantsflog flýgur til og longur út í heim.
Tilsamans er talan um 22 ferðaseðlar.
Umframt tey alment settu, brúkti landskassin aðrar 25,2 milliónir upp á ferðing av ymsum slagi.
Ein stórur partur av hesum eru sjúklingar, sum fara til viðgerðar uttanlands, umframt fylgjarar.
Tilsamans er talan um 3300 ferðaseðlar í sambandi við sjúkuviðgerð uttanlands
Sostatt hevur tað almenna tilsamans keypt 5500 flogferðaseðlar til alment sett, sjúklingar og fylgjarar.