Almenn starvsfólk hava størri sjúkrafráveru

Sambært nýggjari frágreðing í Danmark hava alment sett starvsfólk munandi hægri sjúkrafráveru enn starvsfólk í privata vinnulívinum

Sambært nýggjari frágreðing í Danmark hava alment sett starvsfólk munandi hægri sjúkrafráveru enn starvsfólk í privata vinnulívinum

 

Talan er um kanning, sum Arbeiðsmálaráðið og Fíggjarmálaráðið í Danmark hava gjørt.

 

Starvsfólk hjá tí almenna hava í miðal fleiri sjúkradagar enn starvfólk í privata gerianum.

 

Sjálvt tá talan er um samabarlig størv eitt nú innan matgerð, mentan og frítíð eins og á almanna- og heilsuøinum er sjúkrafráveran í tí almenna hægri enn í tilsvarandi privata geiranum.

 

Tað skrivar Berlingske Tidende.

 

Í miðal hava starvsfólk hjá kommununum í Danmark í 2017 12,8 sjúkradagar, meðan tey í privata vinnulívinum bert hava 6,8 dagar í sama ári.

 

Menningarráðfrúan í Danmark, Sophie Løhde sigur, at sjúkrafráveran er hægri hjá tí alemnna enn í tí privata sektorinum á samabarligum arbeiðsplássum.

 

– Tí er nógv at vinna við at fáa sjúkrafráveruna hjá tí almenna at minka, sigur hon við Berlingske.

 

Sambært ráðunum handan frágreiðingina fer ein lækking av sjúkrafráveruni við í miðal einum degi um árið at svara til eina sparing upp á 400 milliónir til avloysarar og yvirtíð.

 

Høvuðsgrundgevingin til hægru sjúkrafráveruna hjá kommunalum starvsfrólkum, lærarum, pedagogum, heimahjálpum og røktarfólki hevur verið, at tey eru tættast við borgarar og meira útsett fyri smittu.

 

Dansk Industri hevur tó kannað munin í sjúkrafráverunum millum umsorgnarstarvsfólk, sum gera sama arbeiði í kommunum, og annaðhvørt eru í almennum ella privatum starvi. Tølini fyri sjúkrafráveruna eru frá Danmarks Statistik.

 

Sambært Dansk Industri eru umsorgarnarstarvsfólk hjá kommunum sjúk tríggjar dagar meira um árið, enn tey, sum eru í privatum starvi. Og tá eru tølini rættað til, har kvinnur eru meira sjúkar enn menn.

 

Jacob Scharff, sum er deildarleiðari hjá Dansk Industri, vísir á, at samært Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø er samanhangur millum sálarfrøðiligt arbeiðsumhvørvi og sjúkrafráveru.

 

Og at arbeiðsumhvørvi yvirorðnað er betri hjá røktarstarvsfólki í privatari vinnu enn hjá teimum alment settu.

 

– Tey privatu røktarvirkini hava eitt rættiliga gott arbeiðsumhvørvi. Tað eru eitt betri arbeiðsumhvørvi samanborið við almennu røktina, sigur Jakob Scharff.

 

Sambært Berlingske fer danska stjórnin um stutta tíð at seta 100 milliónir krónur av til tiltøk til frama fyri almennu arbeiðsplássum við høgari sjúkrafráveru og vánaligum arbeiðsumhvørvi.

 

/ritzau/