Almenna tænastur í Føroyum skulu ikki bjóðast út

Almennar tænastur mugu ikki bjóðast út til privat at røkja.

Tað heldur Heilsurøktarafelagið.

Tískili heitir felagið á Løgtingið at atkvøða nei fyri uppskotinum frá Poul Michelsen úr Framsókn um at loyva privata arbeiðsmarknaðinum at bjóða upp á arbeiðsuppgávur innan almanna- og heilsuøkið.

Majbritt Mohr, forkvinna í felagnum, vísir á, at eitt, Poul Michelsen førir fram, er, at hevði tað almenna sloppið at valt bestu loysnina ímillum tað, sum tað privata og almenna hevði at bjóða, hevði tað ment støðið og dygdina og lækkað kostnaðin uttanlands.

- Heilsurøktarafelagið hevur kannað eftir, hvussu royndirnar av hesum hava hepnast í londum kring okkum og tað er als einki, ið týðir upp á, at góðskan hækkar og at kostnaðurin lækkar.

- Í besta føri er kostnaðurin hin sami, staðfestir felagið.

Ein kanning, felagið sipar til í hesum sambandi, er ein hjá Hallvard Bakke í Noregi, sum eitur ”Offentlig-privat samarbeid - Dyrt og dumt”.

- Har er niðurstøðan, at bæði í Noregi, og aðrastaðni, er samstarv ímillum tað almenna og tað privata um ymsar uppgávur, dýrari, enn um uppgávurnar høvdu verðið loystar av tí almenna einsamøllum.

Tað er eisini orsøkin til, at konservativa enska stjórin hevur avlýst alt nýtt samstarv ímillum alment og privat um ymsar uppgávur, tí royndirnar vísa, at tað elvir til oyðsl við almennum pengum.

- Royndirnar frá londunum kring okkum vísa somuleiðis, at góðskan á tænastu lækkar, sigur Majbritt Mohr.

Felagið vísir eisini á, at starvsfólka- og arbeiðsviðurskifti versna, eins og at lønar-pensjóns- og setanarviðurskifti somuleiðis versna.

Heilsurøktarafelagið heldur, at vit áttu ístaðin at lært av Svøríki, sum seinastu 20 árini hevur latið privata arbeiðsmarknaðin bjóða upp á arbeiðsuppgávur á almanna- og heilsuøkinum og aðrastaðni.

- Har síggja tey nú avleiðingarnar av eiskiljingini, og meirlutin av veljarunum í øllum flokkum, uttan einum, eru nú ímóti einskiljing, sigur forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum.