Almennur fiskivinnufundur á Toftum

Í kvøld kl. 19.00 verður almenni fundurin í Tofta skúla um føroyska fiskivinnu,við heitinum: Føroyar sum tilfeingisdepil.

Við á fundinum verða: Kai Leo Holm Johannesen, Løgmaður, Johan Dahl, Vinnumálaráðharri og Jacob Vestergaard, nýggjur Fiskimálaráðharri.

Fyrilestrar verða frá vinnuni, har Jens Chr. Olsen frá Fiskamarknaði Føroya, Jógvan Gregersen frá Vaðhorn, Johannus M. Olsen frá P/F Eysturoy og Anfinn Olsen frá Framherja, koma at greiða frá, hvat teirra fyritøka ger, hvørjar trupuleikar teir stríðast við, og hvussu hesir trupuleikar møguliga kunnu loysast.

Skráin fyri fundin:

Símin Johannesen, Borgarstjóri, bjóðar vælkomið.

Fyrilestrar frá vinnuni.

Kaffisteðgur.

Síðan verður pallborðsfundur, har áhoyrarnir kunnu seta spurningar.

Í panelinum koma at sita Kai Leo Holm Johannesen, løgmaður, Jacob Vestergaard, Fiskimálaráðharri og Johan Dahl Vinnumálaráðharri. Eisini koma fyrilestrarhaldarnir at luttaka í panelinum.

Orðstýrari á fundinum verður Kári Mikkelsen, journalistur.