Almennur fyrilestur við Wouter Veenendaal um fólkaræði

Tíðindaskriv:

 

Nær: mikudagin 04. mars., kl 14:30

 

Longd: 14:30 - 16:00

 

Stað: Veghæddin, Jónas Broncks gøta 25 í Havn

 

Øll eru vælkomin til almennan gestafyrilestur hjá Wouter Veenendaal, professara, um fólkaræði í smáum oyggjasamfeløgum, sum ikki hava fullveldi. Í fyrilestrinum samanber hann donsku og niðurlendsku kongsríkini

 

Hvat eyðkennir politikk og fólkaræði í smáum oyggjasamfeløgum, og hvussu virkar fólkaræðið í smáum oyggjaløgdømum, sum ikki hava fullveldi?

 

Hesir báðir spurningarnir verða í miðdeplinum í almennum gestafyrilestri hjá Wouter Veenendaal, sum er professari á  Leiden Universiteti.

 

Í fyrilestrinum viðger Wouter Veenendaal í fyrsta umfari sereyðkenni, sum eru í politikki í smáum oyggjasamfeløgum. Hetta er grundað á umfatandi gransking hansara í smáum (oyggja)-londum kring heimin, m.a. Malta, Seychelloyggjar, St. Kitts og Nevis, Vanuatu og tær av Vesturindisku oyggjunum, sum eru partur av niðurlendska kongsríkinum. 

 

Fyrst verður viðgjørt, hvussu og hví politikkur í smáum oyggjasamfeløgum so ofta er eyðkendur av tøttum sambondum millum borgarar og politikarar, sum mangan hevur við sær persónstongd sløg av kapping, polarisering, klientilismu og valdsmiðsavnan. 

 

Annar parturin av fyrilestrinum leggur serligan dent á fólkaræði í økjum uttan fullveldi, og har verða samanberingar gjørdar millum Føroyar/Grønland í danska kongsríkinum øðrumegin og Aruba, Curaçao og St. Maarten í niðurlendska kongsríkinum hinumegin. 

 

Fyrilesturin endar við geopolitisku spenningunum bæði í Arktis og Karibia og teimum avleiðingum, ið spenningurin hevur fyri kjakið um politisku støðurnar hjá hesum londum, sum ikki hava fullveldi.

 

Um Wouter Veenendaal

Wouter Veenendaal er professari í ríkisviðurskiftum (Kingdom Affairs) við Leiden Universitet í Niðurlondum.

 

Gransking hansara snýr seg um politikk í smáum ríkjum og økjum við serligum denti á politisku sambondini millum europeiska partin av Niðurlondum og tær seks karibisku oyggjarnar. 

 

Ein partur av granskingini er at gera samanberingar við onnur sjálvstýrandi øki og teirra støðu í størri ríkjum, sum tey eru partur av.

 

Líkskapurin og munirnir millum niðurlendsku og donsku kongsríkini eru sera áhugaverd, og tað er støðan hjá sjálvstýrandi økjunum í hesum kongsríkjum eisini. Í hesum sambandi kemur Wouter Veenendal til Føroya at gera kanningararbeiði og hava samrøður við politikarar og embætisfólk. Og eisini at halda almennan gestafyrilestur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Fyrilesturin verður á enskum máli.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!