Hesi boðini frá Løgmansskrivstovuni eru endurgivin upp í saman í fjølmiðlunum hesa vikuna sum grundgeving fyri, at almenningurin ikki kann fáa innlit í skjalatilfar í málinum tíggju ár eftir samráðingarnar.
Grundgevingin kann ikki tulkast ørðvísi enn bókstaviliga tað, ið hon sigur. Nevniliga, at fullveldissamráðingarnar eru áframhaldandi.
Løgmaður er ovasti fyrisitingarmyndugleiki á Løgmansskrivstovuni og í landinum yvirhøvur. Tí kann ikki hugsast, at slík avgerð er tikin á løgmansskrivstovuni, uttan at løgmaður er vitandi um hana, hevur góðkent hana og hevur eina politiska ætlan við henni.
Fari tí við hesum at spyrja løgmann, ið eisini er formaður í Sambandsflokkinum, hvat innihaldið og endamálið í áframhaldandi fullveldissamráðingunum er. Hvørjir fundir hava verið um hetta mál? Hvussu sær tíðarætlan løgmans út? Og hvør er samráðingarleisturin?
Løgmaður hevur í ólavsøkurøðuni boðað frá fleiri yvirtøkumálum og okkurt teirra liggur í løtuni í tinginum til viðgerðar. Skulu hesar yvirtøkur fatast sum ein liður í áframhaldandi fullveldistilgongd løgmans?
Hevið verið gott, um løgmaður alment kundi svarað hesum fyrispurningum, nú tað ikki eydnaðist at koma fram í raðfylgjuna og fáa sett fyrispurningin á tingfundinum mikudagin, tá ófráboðaðir spurningar vóru á skrá eina løtu.
Um so er, at løgmaður afturvísir, at hann stendur fyri áframhaldandi fullveldisgongd, vildi eg mælt honum sum ovasta fyrisitingarmyndugleika til at leysgivið skjalatilfarið.