- Hann var bæði fegin og eyðmjúkur um heiðurin, og hann nýtti høvið til at takka teimum, sum høvdu atkvøtt fyri sær og teimum, sum hava stuðlað honum í tilgongdini, sigur Eysturkommuna

Alment hátíðarhald fyri Jóannesi í Leirvík

Hann vann ársins útvarpshitt, og nú verður hann heiðraður í Eysturkommunu mikudagin, har hann fer at syngja og spæla, og kommunan bjóðar ein drekkamunn

- Hann var bæði fegin og eyðmjúkur um heiðurin, og hann nýtti høvið til at takka teimum, sum høvdu atkvøtt fyri sær og teimum, sum hava stuðlað honum í tilgongdini, sigur Eysturkommuna

Í samband við, hjá Jóannes Joensen hevur fingið kosið ársins útvarpshitt, verður hátíðarhald fyri honum mikudagin klokkan 17, og hátíðarhaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla.

 

Jóannes Joensen fer at undirhalda og syngja, og Eysturkommuna bjóðar ein drekkamunn. Hann gjørdist vinnari við sanginum “Tú skalt syngja tær ein sang”, tá ársins útvarpshitt varð avdúkað.

 

Jóannes vann við 2.864 atkvøðum.

 

- Hann var bæði fegin og eyðmjúkur um heiðurin, og hann nýtti høvið til at takka teimum, sum høvdu atkvøtt fyri sær og teimum, sum hava stuðlað honum í tilgongdini.

 

Í Eysturkommunu vísa tey á, at tilsamans komu 10.420 atkvøður inn, sum svarar til, at Jóannes átti heili 27 proset av innkomnu atkvøðunum.

 

- Sambært samrøðuni í Góðan morgun Føroyar fortaldi Jákup Dahl, at Jóannes Joensen ikki bert hevur vunnið ógvuliga greitt, men hevur megnað at fingið met við 2.864 atkvøðum, siga tey í Eysturkommunu.

 

Lagt verður aftrat, at Jóannes Joensen ígjgønum nógv ár hevur verið virkin tónleikari og undirhaldari, og eysturbúgvar kenna hann sum ein fittan og smílandi mann, sum altíð er til reiðar at taka eitt prát, tá tú møtir honum.

 

 

 

 

 

 

 

- Hann var bæði fegin og eyðmjúkur um heiðurin, og hann nýtti høvið til at takka teimum, sum høvdu atkvøtt fyri sær og teimum, sum hava stuðlað honum í tilgongdini, sigur Eysturkommuna