Í minsta lagi 32 fólk eru deyð og tíggjutals eru særd av sjálvmorðsbumbu og eftirfylgjandi skotálop á eina vælumtóktari strond í høvuðsstaðnum í Somalia, Mogadishu.
Hetta upplýsir løgreglan.
Álopið fór fram seint fríggjakvøldið.
- Fleiri enn 32 sivilfólk eru deyð í álopinum á eina matstovu, sigur ein talsmaður fyri løgregluna.
Harumframt eru umleið 63 særd.
Hernaðarliga islamistiska rørslan al-Shabaab tók ábyrgdina av álopinum í einum uppslagi á einari al-Shabaab-vinarligari heimasíðu.
Embætismaðurin Mohamed Omar sigur við tíðindastovuna AFP, at limir í felagsskapinum "skutu sivilfólk tilvildarliga".
Sambært honum steðgaðu trygdarfólkini álopinum og drupu fimm byrsumenn, meðan ein sætti limur "sprongdi seg sjálvan í luftina á strondini".
Eitt vitni, Abdilatif Ali, var á strondini - nevnd Lido Beach - tá gerningsmenninir lupu á.
- Øll vóru í panikki og tað var trupult at vita, hvat hendi, tí skottilburðin byrjaði stutt eftir spreingingina, sigur hann við AFP.
Eftir álopið hava sjúkrahúsini heitt á fólk um at geva blóð, skriva lokalir miðlar, sambært tíðindastovuni.
Ein stjóri á sjúkrahúsinum í Kalkaal hevur sagt við tíðindafólk, at tey hava tikið ímóti tíggjutals særdum fólkum.
- Ellivu av teimum vórðu flutt á skurðdeildina fyri álvarsligar skaðar, og tey við smærri skaðum vórðu send til hús eftir at hava fingið neyðuga læknahjálp, stendur at lesa.
Sameindu Tjóðir í Somalia lýstu álopið sum "eina ræðuliga gerð, sum eigur at fordømast upp á tað harðasta".
Al-Shabaab hevur tikið ábyrgdina av nógvum bumbuálopum og álopum í Mogadishu og øðrum pørtum av landinum.
Harumframt hevur Lido-økið verið fyri álopum áður, eitt nú seks tímar langt al-Shabaab gíslatøka á einum strondhotelli í 2023. Seks sivilfólk doyðu og tíggju fingu skaða.
Í farna mánaði doyðu fimm fólk í eini sterkari bilbumbuspreinging á eini kaffistovu í høvuðsstaðnum.
/ritzau/AFP