Als eingir trupulleikar av útlendsku arbeiðsmegini

- Eg havi ta fatan, at útlendingarnir, sum arbeiða og búgva her í økinum, trívast væl, sigur Karla Einarsson

Arbeiðsmarknaður

Saltangará: Bæði í Runavíkar kommunu og Nes kommunu er nógv arbeiði, ikki minst nógv tímalønt fiskaarbeiði. Virkini eru mong í tali, og bæði á Toftum og í Saltangará eru landingarmiðstøðir sum gera, at fiskurin er lætt atkomiligur hjá teimum, sum hava hug at keypa fisk til útflutnings ella virkingar.
Karla Einarsson, formaður í Arbeiðarafelagnum Hæddini, sigur, at fáir av hennara limum eru arbeiðsleysir.
- Heldur er tað soleiðis, at her er meira arbeiði enn til okkara limir,
sigur hon.
Karla vísir á, at nakrir av hennara limum arbeiða aðrastaðni, eitt
nú á Toftum, og limir úr øðrum feløgum arbeiða eisini í Runavíkar kommunu.

Útlendingar

- Talið av útlendingum, sum arbeiða í Runavíkarøkinum og eru limir í Hæddini, er heldur ikki so lítið.
Hon torir tó einki tal at hála burtur úr skjúrtuermuni.
Spurd, hvussu hesi fólk roynast og trívast, letur Karla væl at.
- Vit hava als ongar trupulleikar havt av hesum fólkum, og vit hava skilt, at tey eru røsk og gera sína uppgávu til lýtar, har tey eru.
Karla Einarsson sigur seg hava ta fatan, at útlendingarnir, sum arbeiða og búgva í økinum, trívast væl.
- Nøkur eru fastbúgvandi; onnur koma higar ein part av árinum í samband við ítrótt, sigur formaðurin í Arbeiðarafelagnum Hæddini.