John Johannessen
Samstundis sigur bólkurin seg taka fult undir við uppskotinum um at taka karensdagarnar av fyri tey tímaløntu, so allir borgarar landsins eru líka fyri lógini. Tí heitir »sjeymannabólkurin« í skrivinum inniliga á allar politiskar flokkar um at atkvøða fyri uppskotinum um broyting í dagpeningaskipanini, ið bólkurin metir at vera karensdagar fyri tey tímaløntu.
Víst verður á, at um ætlanin er, at arbeiðsgevararnir skulu gjalda ein part av sjúkradagpeninginum, ber væl til at atkvøða um hetta aftaná. Tey halda, at tað fyrst og fremst eigur at verða hugsað um at taka karensdagarnar fyri tey tímaløntu av. Víst verður í hesum sambandi á, at tað er ábyrgdin hjá politikkarunum at syrgja fyri, at allir løntakarar, bæði fastløntir og tímaløntir verða settir líka fyri lógini.
»Sjeymannabólkurin« leggur dent á, at sáttmálaskipanin ikki er ein sáttmálaspurningur, sum fleiri av landsins kosnu fólkum hava verið inni á, men ein Løgtingslóg, og eigur hon framhaldandi at vera tað.