Als onki við "anti" at gera

uttan kanska "antisosialistiskt"

At eg haldi fast við avgerðirnar hjá samgonguni fær Annitu á Fríðriksmørk úr Tjóðveldisflokkinum at ilskast. Hon fýrir ikki fyri at skíra samgongufólk, sum vísa til júst gjørdar avtalur, fyri "antisuðurstreymsk".
Eg haldi ikki, at nøkur orsøk er til, at vit bæði úr somu samgongu fara at munnhøggast um barnaansingarmál. Grundarlagið undir hesum máli er lagt av samgonguni. Her eru greiðar linjur, sum samgongan hevur stungið út í kortið, enntá saman við føroysku kommununum.
Orsøkin til at Annita reisir uggafjarðarnar man helst vera, at hon ikki fær øll samgongufólk at fylgja nýggju sentralistisk/sosialistisku kósini, sum flokkur hennara nú tykist hava lagt.
Fyri ikki at leingja óneyðugt um hetta orðaskifti, fari eg tí bert at seta Annitu nakrar spurningar:
Hevur landsstýrið ikki á ávísum økjum gjørt greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur?
Hevur Tjóðveldisflokkurin ikki júst verið við til at samtykkja, at barnaansing er rein kommunal ábyrgd?
Er Tórshavnar Kommuna ikki nógv tann ríkasta kommunan í landinum ? við einari miðal inntøku um 20% hægri enn hjá øðrum stórum kommunum ? av almennum peningi?
Hevur Tórshavnar Kommuna ikki eitt lægri skattaprosent enn flestu stóru og miðalstóru kommunur í landinum, mest orsakað av almennum stovnum?
Er tað ikki rætt, at Tórshavnar Kommuna fær umleið eins nógv í skattainntøku frá Landssjúkrahúsinum einsamallum, sum t.d. Tvøroyrar Kommuna fær í alt ? góðar 40 milliónir krónur?
Eru trupulleikarnir úti um landið, ikki eins stórir ella størri ? lutvíst ? sum í Havn, tá tað snýr seg um at fáa læknar, fakfólk og sjúkrahúslæknar til hini bæði sjúkrahúsini?
Er ikki væntandi, at líknandi ynski fara at koma frá almennum stovnum um alt landið sum í Havn?
Er tað tí rímiligt, at borgarar úr kommunum við væl lægri miðalinntøku, sum flestar eru vunnar av privatum fyritakssemi, og sjálvsagt tí við hægri skattaprosenti, fyri so dánt at kunna svara ábyrgdir, skulu gjalda fyri ábyrgdir hjá Tórshavnar Kommunu?
Angrar Tjóðveldisflokkurin gjørdar avtalur og vil sleppa aftur til gomlu skipanina? - Ella er hugurin kanska betri til at fara fram "sum best ber til"?
Vónandi fer Annita á Fríðriksmørk stutt og greitt at svara mær hesum einfaldu og eyðmjúku spurningunum.