ALS: Stórar broytingar farnar fram

Tíðindaskriv

 

Skeiðið hjá sitandi stýri er nú runnið, og fíggjarætlan fyri 2001 løgd á stýrisfundi í dag.

Í hesum 4-áraskeiði eru í samfelagi okkara farnar fram stórar broytingar, sum eisini endurspeglast í viðurskiftunum hjá ALS.

Tá farið var til verka á heysti í 1996 hevði Arbeiðsloysisskipanin eina skuld uppá 72,3 mió. kr., eitt ársúrslit fyri 1996 uppá 450.000 kr. og eina eginogn uppá minus 17,7 mió., hóast inngjaldsprosentið í hesum tíðarskeiðnum var 2,75. Hetta var fyrsta árið, har skipanin hvørki fekk stuðul ella lán til raksturin. Talið á arbeiðsleysum var stórt, trupulleikar vóru við ógreiðleika í lógini, onkrar kunngerðir vóru framvegis ikki gjørdar og aðrar trongdu til dagføring.

Nýggja stýrið setti sær fyri at royna at rógva aftur á beint við m.a.

at fáa skuldina niðurgoldna,

at konsolidera, so nakað var at standa ímóti við,

at fáa inngjaldsprosentið niður,

at fáa ávísingina og førleikagevandi tiltøk í fastar karmar, og

at beina burtur ógreiðleikar í lógini.


Lógin um ALs varð broytt í 1997, og sama árið var eginogn á fyrsta sinni positiv. Í 1997 var somuleiðis farið undir at afturrinda skuldina. Útrokningar vóru harumframt støðugt gjørdar um niðurseting av inngjaldsprosentinum og avgjørt var at byrja við at seta niður inngjaldsprosentið fyrstu ferð í juli 1997.

Tá tað síðani vísti seg, at eginognin fór at vaksa skjótari, enn nakar hevði væntað, eins og arbeiðsloysið minkaði, so vildu nakrir stýrislimir, at útgjaldið til tey arbeiðsleysu varð hækkað, meðan onnur í stýrinum vildu hava, at útgjaldsskeiðið, sum í kreppuárunum var longt úr 2 árum til 3 ár og 2 mánaðar, varð stytt, og aftur sett til 2 ár. Henda umrøða er ikki liðug enn.

Inngjaldsprosentið var 1. juli í ár komið niður á 1,5 og komandi ársskifti er eginognin væntandi 250 mió. kr. Hetta er nærum 3 ferðir tað, hon var, tá Arbeiðsloysisskipanin lat dyrnar upp, og nærum eins nógv og samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðuli var í 1993. Útgjaldið til tey arbeiðsleysu var tá 284 mió. krónur, og førdi hetta við sær eitt negativt ársúrslit uppá 121 mió. kr.

Hóast eginognin nú er á einum ávísum støði, so er tó alsamt neyðugt at konsolidera, um tað kanska ikki verður gjørt við sama skjótleika sum higartil. Í samband við fíggjarætlanina fyri 2001 hevur stýrið gjørt av frá 1. apríl komandi ár at seta inngjaldsprosentið niður á 1,25. Við hesi broyting er alsamt pláss fyri konsolidering.

Kunngerðir eru nú gjørdar til allar skipanir í ALS. Skipaðar reglur eru eisini fyri førleikagevandi tiltøkum, ið skulu stytta um tíðina hjá arbeiðsleysum í skipanini, og fiskavirkisskipanin er vorðin tryggari og einfaldari at umsita.

Arbeiðsloysisskipanin saman við Fiskavirkisskipanini og Arbeiðsávísingini eru í dag vælrikin og effektiv og hava megnað støðugt at tillaga seg broyttum umstøðum ? eisini at minka um starvsfólkatalið, tá arbeiðsloysið minkaði. Stýrið takkar leiðslu og starvsfólki fyri ágrýtni og avrik, og vónar, at tey alsamt fara at trívast sum meðarbeiðarar á Arbeiðsloysisskipanini.