- Eg helt faktist at tað gekk væl og eg føldi meg væl á vøllinum. Vit hava gjøgnum gingið málini og har eru nøkur ting vit mugu gera betri. Teir sleppa at spæla bóltin flatt innfyri og tað skulu teir helst ikki sleppa, sigur Atli Gregersen.
Jónhard Frederiksberg var nýggur á høgra bakki, meðan Ári Mohr Jónsson var nýggjur á vinstra bakki, men tað darvaði kki verjuspælinum hóast tað var ógjørligt at tosa saman.
- Samanspælið millm okkum riggaði væl frá byrjan, men tað riggaði als ikki at tosa saman, tí tú hoyrdi einki. Tað var so nógvur gangur á leikvøllinum. Tú mást gjarna siga við okkum, at vit skulu tosa saman, men tað er ikki so lætt á einum stórum leikvølli. Hetta eru nakrir klókir fýrar. Jónhard hevur spælt nógv, meðan Ári ikki hevur so nógvar royndir, so hevur hann ymiskt annað, ið ger hann til ein góðan fótbóltsspælara. Teir komu væl frá uppgávuni, sigur Atli Gregersen, su tó viðgongur at í løtum vóru teir kroystir.
- Vit høvdu nakar trupulleikar í okkara høgru síðu í fyrra hálvleiki, men tað var ikki tí Jóhnard spældi illa, ella tí vit stóðu skeivt, men heldur tí Aiden McGeady var so heilt fantastiska góður, sigur Atli Gregersen, sum hevði besta møguleikan hjá føroyska liðnum, tá hann stútaði móti málinum eftir frísparksinnlegg frá Súna Olsen.
- Um tað liggur at mær at skjóta málini fyri okkum, so verður ringt. Bóltarnir frá Súna liggja sum altíð væl, men tað var keðiligt at hann ikki fór inn, sigur Atli Gregersen at enda, sum vónar at tað fer at eydnast betri at pakka Zlatan Ibrahimovic inn enn Robbie Keane.