Miðskeiðis í januarmánaði í ár flutti ein dani til Hvalvíkar. Nakrar dagar áðrenn hevði EB/Streymur kunngjørt, at felagið hevði gjørt sáttmála við 26 ára gamla Daniel Udsen, sum kom úr danska felagnum Vanløse.
Í Vanløse varð Daniel Udsen nógv róstur fyri síni avrik á miðvøllinum, og tað var millum annað tað, sum gjørdi, at EB/Streymur gjørdi avtalu við hann.
– Tað var gjøgnum mínar kontaktir frá tíðini í FC Amager, at eg kom í samband við føroyskan fótbólt. Todi Jónsson og Julian Hansen vóru báðir, tá eg spældi har. So tosaði eg eisini við Dennis Holmberg, sum spældi við B36 í fjør, um støðið og hvørt av sínum, greiðir Daniel Udsen frá, um sambandið við EB/Streym og føroyskan fótbólt.
Síðani kom hann til Føroya og undirskrivaði sáttmálan við EB/Streym.
– Og tað havi eg á ongan hátt angrað, sigur Daniel Udsen avgjørdur.
Danskur innandurameistari
Daniel Udsen er annars uppvaksin í Albertslund uttanfyri Keypmannahavn, har hann spældi so at siga øll síni ungdómsár. Síðani skifti hann til Hvidovre, men var skaddur í næstan tvey ár og flutti tískil aftur til barndómsfelagið, har hann spældi í trý ár. Síðani hevur Daniel Udsen verið í bæði Greve, FC Amager, FC Vestsjælland og Vanløse, áðrenn leiðin gekk til EB/Streym og føroyskan fótbólt.
Sum tað sæst, so er hetta ikki lið, sum hava verið við at mynda toppin í donskum fótbólti.
– Men eg havi verið danmarksmeistari í innandurafótbólti fleiri ferðir, sigur Daniel Udsen flennandi. Við hesum tryggjaði hann sær eisini rætt at spæla Champions League í innandura fótbólti, men hetta valdi Daniel Udsen tó frá.
– Tað verður spælt í augustmánaði, og eg havi altíð raðfest uttandura fótbólt framum innandura, sigur hann. Tískil vóru liðfelagar hansara á innandura liðnum í Montenegro í fjør og spældu uttan hann.
Í ár er tó líkt til, at Daniel Udsen sleppur at spæla altjóða fótbólt uttandura. EB/Streymur skal nevniliga spæla Euro League í summar, og tað gleðir Daniel Udsen seg nógv til.
– Tað var millum annað upplivingar sum tað, eg vónaði at fáa í føroyskum fótbólti, sigur hann.
Eitt annað, sum Daniel Udsen eisini vónar og droymir um, er at gerast partur av føroyska landsliðnum.
– Omma mín Anna Jacobsen var úr Sørvági, so eg eri ein fjórðings føroyingur og havi tí møguleika at spæla á føroyska landsliðnum, fortelur Daniel Udsen, sum longu hevur verið inni í landsliðshitanum, eftir bara fáum mánaðum í Føroyum.
– Eg skuldi við landsliðnum til Íslands at spæla dyst, men í einum innanhýsis venjingardysti við landsliðnum beint áðrenn, gjørdist eg skaddur og mátti geva avboð, harmast hann.
Hans Pauli og Arnbjørn hava evnini
Hetta við skaðum, er tað einasta, sum Daniel Udsen harmast um í Føroyum.
– Eg eri komin her til fyri at spæla fótbólt, men havi verið so nógv skaddur og tískil ikki luttikið nakað serligt í dystum enn. Nú eri eg tó við at koma fyri meg aftur.
Við øðrum orðum venur Daniel Udsen av øllum alvi saman við liðfeløgunum, og tað dámar honum væl.
– Eg fekk at vita frammanundan, at EB/Streymur var eitt lið, sum var tekniskt væl fyri. Tað dámdi mær væl, tí tað passar væl til mín, sigur Daniel Udsen, sum heldur, at hansara lið telur nógvar góðar leikarar.
– Og í føroyskum fótbólti eru fleiri, sum høvdu staðið seg á hægsta støði í Danmark, sigur Daniel Udsen. Spurdur, um hann kann nevna onkrar av hesum, er Daniel Udsen skjótur at svara.
– Ja, taka vit EB/Streym so er heilt víst, at menn sum Hans Pauli (Samuelsen, blðm.) og Arnbjørn (Hansen, blðm.) høvdu staðið seg í bestu donsku deildini. Undir øllum umstøðum hava teir evnini til tað, metir Daniel Udsen.
Børnini læra hann føroyskt
Nú hevur Daniel Udsen verið í Føroyum í fimm mánaðir. Hesa tíðina hevur hann verið sera fegin um sum heild.
– Mær dámar sera væl og hetta er júst tað, eg hevði vónað. Hvalvík er ein friðarlig bygd og eg kann einki ringt siga um tíðina her. Eg havi fingið ein góðan bústað og bil. EB/Streymur hevur hildið alt, teir hava lovað. Liðfelagarnir hava tikið væl í móti mær og eg stórtrívist á arbeiðsplássinum, greiðir Daniel Udsen frá.
Á sama hátt sum í Danmark, arbeiðir hann eitt sindur aftrat fótbóltinum.
– Tað gjørdi eg eisini í einum frítíðarskúla í Danmark, so hetta er super hjá mær. Børnini eru ógvuliga fitt og skilja merkiliga væl danskt. Samstundis læra tey meg eisini eitt sindur av føroyskum. Ja, hetta er faktiskt ein fínur máti at læra lokalsamfelagið at kenna upp á, tí á henda hátt komi eg í samband við børn, foreldur og starvsfólk í økinum, sigur Daniel Udsen.
Eingin broyting – og tó
Annars heldur Daniel Udsen ikki, at tað var tann stóra broytingin at koma til Føroya.
– Eg havi verið her onkuntíð fyrr, so tað var eingin skelkur sum so. Og í mangar mátar minnir tað nógv um Danmark. Her síggja vit eisini danskt sjónvarp og keypa danskar vørur. Tað einasta sum manglar, er í roynd og veru familjan, daman og vinmenninir. Men eg havi so fingið nakrar vinmenn her, so tað hjálpir væl, sigur Daniel Udsen, sum nú gleðir seg til Sundalagsstevnuna.
– Ja, fólkið í bygdini tosa nógv um tað. Sum eg skilji, so verður tað onkur kapping við bátum, fortelur Daniel Udsen, sum eftir øllum at døma ikki heilt hevur sett seg inn í tjóðarítrótt okkara enn.
– Eg haldi í øllum førum, at fólk gleða seg nógv. Vit spæla so móti ÍF um kvøldið, og so sleppa vit kanska ein túr í bygdina aftaná. Tað er í øllum førum heilt øðrvísi í mun til í Danmark. Veitslurnar her eru nógv meira sosialar, og øll eru við. Tað er stuttligt, haldi eg, sigur Daniel Udsen.
Nú vónar hann Daniel Udsen, at tað eisini av álvara verður stuttligt at spæla landskappingarfótbólt við EB/Streymi.
– Tað gekk einki serligt at byrja við. Men eg haldi, at vit hava spælt betri enn tað, stigatalvan vísir. Seinastu fýra landskappingardystirnar hava vit eisini fingið tíggju stig, og vónandi fáa vit trý aftrat leygardagin, sigur Daniel Udsen.
--
FAKTA
Navn: Daniel Udsen
Føðingardagur: 2. september 1983
Bústaður: Hvalvík
Feløg: Hvidovre, Albertslund, Greve, FC Amager, FC Vestsjælland, Vanløse og EB/Streymur