Alt er klárt til felagssangin

Tað er ikki bara at siga tað, tá skipast skal fyri tiltaki, har eini 10.000 fólk kunnu væntast. Men hjá Tórshavnar kommunu halda tey seg í øllum førum hava gjørt sítt, so alt kann ganga skjótt og væl fyri seg

ólavsøka

Á midnátt ólavsøkudag stendur felagssangur á skránni niðri á vaglinum. Tiltakið hevur síðani byrjanina vaksið seg alsamt størri, og í dag man hetta fyri mong vera eitt hugnaligt punktum fyri tjóðarhátíð okkara. Ikki minst, tá tað eftir sangin verður trivið í Ormin langa og okkurt annað av føroysku kvæðunum við.

Men hóast løtan hjá teimum flestu bara er hugnalig  og einki annað  so er tó eisini eitt stórt arbeiði, sum skal gerast, tá skipast skal fyri slíkum tiltaki.
Tí arbeiðinum stílar kommunali myndugleikin fyri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at tey nú eru komin undir land við hesum.
- Vit halda, at alt er klárt til sjálvan sangin. Sangheftini eru prentað, og longu nú ber til at avheinta hesi, men mest týðandi fyri okkum er, at trygdin er í lagi.
- Tað er jú so skjótt, at okkurt kann henda, og tá er gott, at alt trygdarliðið er til reiðar. Vit hava gjørt tað so, at vit hava trý lið av samarittum, sum standa við Løgtingshúsið, gamla Apotek og við Ráðhúsið, og helst skal bera til at fáa fatur á teimum. Harumframt standa bæði sløkkiliðs- og sjúkrabilar klárir beint uttan fyri Miðbýin, soleiðis at hesir alt fyri eitt eru á staðnum, gerst hetta neyðugt. Og í Ráðhúsinum hava vit eitt slag av yvirlitsposti, har fólk støðugt heldur eyga við mannamúgvuni, so at møguligir tilburðir av ymsum slag kunnu uppdagast alt fyri eitt.
- Og lat meg so leggja dent á, at hetta er ikki tí, at vit síggja nakran vanda í stóru løtuni. Men sum sagt, so er umráðandi at hava hesi viðurskifti í lagi, tá mannamúgvan er somikið stór, sigur Heðin.

Ansið eftir børnunum
Er tað nakað, sum Heðin tó staðiliga heitir á fólk um at gera, so er tað, at tey fyri alt í verðini ikki mugu hava børn ella barnavognar við, um tey ætla sær heilt oman á Vaglið.
- Eitt er, at tað er trupult at koma burtur, ert tú komin oman við barnavogni. Men hartil skal hugsast um, at tá fólk standa stúgvað saman, so er at kalla eingin luft í teirri hæddini, sum børn ganga í. Og tá kann tað gerast heilt hættisligt. Í aðrar mátar er bara at nýta vanligt vit og skil. So ivist eg ikki í, at alt gongur júst so, sum tað skal, sigur borgarstjórin at enda.