Føroyska landsliðið er sett og landsliðsvenjarin er klárur til uppgávuna móti Portugal og Cristiano Ronaldo. Lars Olsen noktar at leggja kongin undan dystinum.
Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg havi roynt tað sjálvur. Alt ber til í fótbólti og tað ber eisini til at vinna á Portugal, sigur Lars Olsen.
Landsliðsvenjarin hevur gjørt tvær broytingar á liðnum. Bárður J. Hansen og Gilli R. Sørensen koma inn fyri Jónas Tór Næs og René Shaki Joensen.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Portugal, sum verður mánakvøldið klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.