Alt er opið til returdystirnar

Manchester United helt enn einaferð málið reint, og tað má metast at verða eitt gott úrslit, tá hugsað verður um verjuspælarnir sum mangla. Arsenal helt málið reint á Emirates leikvøllinum í London, og gevur tað eitt gott útgangsstøðið til útidystin í Róm um 8 dagar. Barcelona og Porto mugu metast at verða favorittar, aftaná málgevandi javnleikir á útivølli í kvøld. Men kortini er einki avgjørt í nøkrum av hesum fýra 1/8 finalunum.

 

 

Úrslitini í kvøld:

 

Inter Milan - Manchester United 0-0

 

Arsenal - Roma 1-0 (1-0)

 

1-0 Robin van Persie 37. min (br.spark)

 

Lyon - Barcelona 1-1 (1-0)

 

1-0 Juninho 7. min

1-1 Thierry Henry 67. min

 

Atletico Madrid - FC Porto 2-2 (2-1)

 

1-0 Maxi Rodriguez 3. min

1-1 Lisandro Lopez 22. min

2-1 Diego Forlan 45. min

2-2 Lisandro Lopez 72. min