Alt fleiri í starvi eftir 67-ára aldur

Alt fleiri eru á arbeiðsmarknaðinum til tey eru yvir 67 ár. Starvsmannafelagið vísir á í grein á heimasíðu felagsins, at tað er serliga innan tey almennu arbeiðsplássini, at fleiri og fleiri eldri verða verandi í starvi eftir tey eru farin framvið 67.

 

Tølini í 2015 vísa, at tað vórðu umleið 500 borgarar millum 67 og 74 ár í starvi hjá tí almenna og eini 600 í tí privata. Seinastu 20 árini er munurin minkaður nógv. Starvsmannafelagið upplýsir, at í 1990unum vórðu tað millum tríggjar og fýra ferðir so nógvir eldri borgarar í privatum starvi, enn í almennum starvi.

 

Tað er eitt sindur ymiskt hvussu land, kommunur og stovnar hava ásett fráfaringaraldur. Landið hevur eina skipan, har ein, ið er farin uppum fráfaringaraldur kann søkja um at leingja starvsskeiðið í eini tvey ár í senn.

 

Summar kommunur hava eisini sett fráfaringaraldurin upp til 70, men nógvar kommunur hava ongar serliga ásetingar. Tað er heldur ikki samsvar í øllum almennum stovnum, har summir hava loyvt einum hægri starvsaldri.

 

Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at tað hevði verið best um allur tann almenni og kommunali sektorin helt seg til somu mannagongd viðvíkjandi fráfaringaraldur. Samstundis sigur hann, at tað er ógvuliga umráðandi, at eingin skal kenna seg noyddan at verða á arbeiðsmarknaðinum longur enn neyðugt.