Alt gott úr havinum

Norðdepil: - Alt skal arbeiðast undan í dag, tí vit goyma einki til ímorgin, sigur Sigrun Sivertsen, sum er arbeiðsformaður á fiskavirkinum Norðfra. Hon býr í Hvannasundi, og hevur arbeitt á virkinum í grannabygdini, hinumegin sundið seinastu 13 árini

Klokkan er farin at nærkast fýra, og arbeiðsfólkini á virkinum eru so smátt farin at fyrireika seg til “fyraften”.

Tað ræður um at fáa allan fiskin frá hond í dag, soleiðis at tey kunnu byrja fullkomiliga av nýggjum morgunin eftir.

Inni á virkinum rokast Sigrun Sivertsen við at geva seinastu boðini til arbeiðsfólkið. Í morgin verður aftur ein arbeiðsdagur.

- Ja, her er altíð okkurt at gera. Tað er gott nokk ikki hvønn dag at øll eru til arbeiðis. Í dag eru vit bara 20, greiðir hon frá.

Sjálv var Sigrun 13 ár, tá hon fyrstu ferð kom til arbeiðis á virkinum. Í dag hoyrir hon til tann eldra endan: Starvsfólkini eru í dag millum 17 og 67 ár.

Ein sirena hoyrist nú inni á virkinum, sum eitt tekin um at enn ein góður arbeiðsdagur er av á Norðfra.

Tey munnu helst gleða seg at fáa eina fríløtu. Veðrið var ikki so gott, tá tey fóru til arbeiðis klokkan 8 í morgun.

Nú skínur sólin bæði oman og niðan.


- So leingi eg orki

Áðrenn Sigrun kom higar á Norðfra at arbeiða í 1997 aftur, hevði hon roynt ymiskt, m.a. verið á háskúla og hevði haraftrat arbeitt á Roykivirkinum í Klaksvík.

- Tá so virkið lat upp her, prøvaði eg at søkja um arbeiði, og eg fekk tað eisini. Glað var eg, tí hetta var eisini meiri høgligari hjá mær, greiðir Sigrun frá.

Á Roykivirkinum í Klaksvík arbeiddi Sigrun mest við laski, har tey m.a. skóru laks í porsjónir og royktu laks. Men her norðuri var øðrvísi.

- Eg byrjaði í saltfiskinum, men síðani tá hava teir bara vaksið um framleiðsluna. Ja, eg havi faktist arbeitt í øllum teimum ymisku framleiðslunum á virkinum.

- Og í dag eri eg arbeiðsformaður á virkinum, og geri alt fyrifallandi arbeiði, sigur tann 56 ára gamla Sigrun. - Hetta er eitt fantastiska gott arbeiðspláss. Eg ætli mær í øllum førum at verða her, so leingi sum eg orki.


“Alt godt fra havet”

Tað hevur verið rættiliga støðugt arbeiði á virkinum. Nú vit eru komin fram ímóti endan av mai mánaði, er tað serliga eitt einstakt fiskaslag ið tey arbeiða við.

Tey hava nevniliga arbeitt rættiliga nógvan upsa í seinastuni. Hann verður skorin í porsjónir og verður síðani single-frystur og pakkaður í serstakar papp-containarar, tey kalla.

Fáa tey fatur á hýsu, verður hon eisini arbeidd undan, annaðhvørt hon endar sum 5 punds pakkar ella at flakið verður raspað.

- Og so gera vit eisini tær vælsmakkandi frikadellurnar og fiskabollarnar. Ja, tú veit: “Alt godt fra havet”, sigur hon við einum brosi.

Tað mesta fer til útheimin, men líkt er somuleiðis til at føroyingum dámar væl tær mongu framleiðslurnar frá Norðfra í Norðdepli.

Norðfra hevur gjørt tað møguligt hjá fólki at bíleggja vørur umvegis heimasíðu teirra, og at fáa vørurnar út til viðskiftafólkini kring alt landið.

- Eg rokni bara við, at fólki man dáma okkara vørur. Eg veit so í øllum førum, at vit selja nógv - eina forferdiliga rúgvu, slær Sigrun Sivertsen fast 



Í fínari klæðum

Arbeiðsfólkini eru vanliga eini 30 í tali, men mikudagin í farnu viku vóru tey 20.

Tey flestu koma úr bygdunum rundan um virkið, onkur av Viðareiði og onkur úr Árnafirði, men eingin úr Klaksvík.

Av hesi orsøk kennast tey sera væl, og kunnu eisini práta saman um alt, tá eitt høvið býðst til tað, m.a. í matsteðginum.

Tá tey eru til arbeiðis ganga tey sum vituligt er í kitli og við húgvu á høvdinum. Men eftir loknan arbeiðsdag er øðrvísi.

- Tað er næstan so, at tá man møtir hinum arbeiðsfólkunum í býnum, so kennir man tey nærum ikki aftur beinanvegin. Tá ganga tey í fínari klæðum enn her, sigur hon við einum brosi.

Og so fáa tey eisini eitt lítið prát har. Jú, samanhaldinum bilar einki.




2 x 13

Sigrun Sivertsen var bert 13 ára gomul, tá hon fyrst fór til arbeiðis á fiskavirkinum í Norðdepli.

Nógv arbeiði var tá, og tey sum vildu, fingu beinanvegin arbeiði á virkinum.

- Eg fór úr skúlanum tá, og fekk beinanvegin arbeiði á virkinum, greiðir Sigrun frá.

Tá varð alt skorið við hond, í mun til í dag, har maskinur gera ein stóran part av hesum arbeiðinum.

- Nú er tað nógv elektriskar greiðir, sigur Sigrun, sum hevur arbeitt á Norðfra seinastu 13 árini.