Nú er tað sjáldan, at allir fimm dystirnir í einum umfari verða spældir í senn. Soleiðis verður tað tó í dag, tá ið 19. umfar í Effo-deildini er á skránni. Klokkan 15 fer bólturin á rull í øllum fimm dystunum.
Sambært veðurforsøgnunum verður høgættarlotið heilt frískt seinnapartin. Avfallið verður millum lítið og einki, og hitin verður umleið 12 stig.
19. umfar
ÍF-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Víkingur-AB: Páll Augustinussen kl. 15.00
NSÍ-B68: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
EB/Streymur-HB: Dagfinn Forná kl. 15.00
B36-Skála: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Støðan
B36 43
HB 36
Víkingur 28
EB/Streymur 27
NSÍ 22
KÍ 22
ÍF 21
AB 20
Skála 12
B68 10
Víkingur og NSÍ hava spælt 17 dystir, og hini liðini hava spælt 18 dystir.