Alt innanveggja

Inventartænastan kann veita viðskiftafólki sínum alt, sum tørvur er á innanveggja

Tað, sum inventartænastan leggur størst dent á dagliga, er skrivstovu- handils- og goymsluinnbúgv. Tað verður eisini fyrst og fremst slíkt innbúgv, sum verður sýnt fram á vørumessuni. Harumframt verður eisini møguleiki at síggja alt tilhoyr til handlar og skrivstovur, sum inventartænastan hevur at bjóða. Til ber at síggja framsýningina hjá inventartænastuni í hølum teirra við Heygsvegin.

Annars hevur inventartænastan fleiri onnur sløg av innbúgvi, og til ber at fáa alt, sum tørvur er á innanveggja í einum handli ella eini skrivstovu, eisini øll smáting á økinum.

Eisini útvegar inventartænastan klædnaskáp til starvsfólk og innbúgv til skúlar sum talvur o.t.

Inventartænastan byrjaði virksemi sítt í 1990. Fyrst varð hildið til í R.C. Effersøesgøtu, men fyri trimum árum síðani varð flutt í hølini við Heygsvegin. Núverandi eigarin er Jørgin Petersen, og trý fólk arbeiða hjá inventartænastuni.