Alt kann henda

Piotr heldur, at alt kann henda í seinasta umfarinum í morgin. Krzysztof sigur seg bert hugsa um at vinna sín dyst


Í morgin fellir avgerðin um, hvat felag verður føroyameistari í mansfótbólti 2006. Tvey feløg kunnu vinna FM – EB/Streymur og HB.
EB/Streymur hevur fyrimunin undan seinasta umfari, tí felagið er tvey stig frammanfyri HB, og harafturat hevur EB/Streymur eisini 11 mál betur málmun.
HB liggur í hølunum og lúrir og kann strúka við FM, um EB/Streymur snávar í seinasta dystinum leygardagin.
EB/Streymur spælir ímóti KÍ, og HB spælir ímóti ÍF. Bæði EB/Streymur og HB spæla á heimavølli.
- Fótbóltur er fótbóltur, og alt kann henda. Tí kenni eg meg als ikki vísan í, at vit vinna í morgin, men sjálvandi er alt upp til okkum, og vit ætla at dríva á, sigur Piotr Krakowski, venjari hjá EB/Streymi.
- Eg haldi ikki, at spælararnir eru so nervaðir av seinasta dystinum. Teir vita, at teir skulu vinna, og ev veit, at teir fara at geva seg fult út í hesum dystinum, sigur Piotr.
Krysztof Popczynski sigur, at hann hevur nóg mikið við at hugsa um sín dyst, og hann roknar ikki við at vinna FM.
- Vit hava ein truplan dyst ímóti ÍF, sum stríðist fyri lívinum, og tí skulu vit hugsa um at vinna okkara dyst. Eg verði sera, sera glaður, um vit vinna dystin og fáa 55 stig. Um vit eisini vinna FM, so verður gleðin sjálvandi enn størri, sigur Kryzysztof.