Alivinnan
Í Sosialinum í gjár segði Sofus Johannesen, nevndarformaður í Gjáarsmolti, sum nú fer á húsagang, at smoltaling hevur verið størsta bygdamenningartiltak í nýggjari tíð.
Vit hava havt smoltstøðir á smáplássum kring meginpartin av landinum, eitt nú í Svínoy, Viðoy, Kalsoy, fleiri á smáplássunum í Eysturoy, á Streymoynni, í Vágunum og fleiri í Suðuroy.
Flestu smoltalarar hava á ein ella annan hátt havt tilknýti til alistøðir, soleiðis at teir hava havt avtakarar.
Men nú sjúka og vánaligir laksaprísir hava sligið beinini undan einum stórum parti av alingini, verður lítið og einki smolt sett út.
Í bíðistøðu
Samstundis, sum 13 miljónir smolt svimja í kørunum kring landið, kann roknast við, at í mesta lagi 3-5 miljónir smolt verða sett út til várs. Men hetta tal kann í ringasta føri gerast 0. Alt er treytað av, um lánistovnarnir vilja veita fígging til útseting, og í løtuni veit eingin, hvussu verður, tá ið líður út á várið.
Líkt er til, at bankarnir eru í eini bíðistøðu fyri at vita, um politiskt tiltøk verða framd, sum kunnu stuðla uppundir alingina.
Eitt annað, sum eisini er tengt at vælvild hjá lánistovnunum, eru prísútlitini á aldum laksi. Eingin veit, hvønn veg prísirnir fara, men onkrar ábendingar eru um, at prísirnir møguliga fara at hækka nakað, sum várið líður.
Men fyribils liggur alt í óvissu.
Alt í andaleypi
Fleiri smoltstøðir hava latið aftur. Summar eru givnar, tí eingi útlit eru til, at sleppast kann av við smoltið. Aðrar hava fyribils tikið smoltið av og vilja síggja, hvussu verður.
Ein annar trupulleiki, sum stingur seg upp, er rognini. Vísir tað seg, at fiskur verður settur út í framtíðini, er væntandi, at rognini verða ein trupulleiki.
Men fyribils er støðan hon, at eini 8-10 miljónir smolt helst verða dripin í hesum árinum.
Smoltini kunnu ikki ganga ov leingi, tí annars gerst fiskurin ov tíðliga kynsbúgvin, tá ið hann kemur í ringarnar, og kynsbúgvin fiskur er ikki søluvøra.
Hon-fiskur, sum fær rogn, missir reyða litin. Strokin fiskur verður dripin og blakaður burtur.
Alt avhongur av fígging, og sum nevnt, veit eingin enn at siga, um lánistovnarnir til várs fara at veita fígging til útseting. Tað veldst um útlitini, tá ið líður út á várið.