Alt má gerast umaftur

Fyrst og fremst mugu vit tryggja okkum, at vit fáa eina góða samferðsluhavn, segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum

Samferðsluhavn í Suðuroy

?Føroyar eru smáar og vit eiga at fara væl við natúruni
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhhvørvismálum, var eisini ímillum gestirnar á almenna fundinum í Suðuroy leygardagin um samferðsluhavnina í Suðuroy.
Hann helt, at vit eiga at ansa eftir natúruni, men tað er heldur ongin ivi um, at fremsta endmálið má vera, at vit fáa eina góða havn.
Hann vísti eisini á, at mannagongdin í hesum máli hevði verið røtt og at bæði friðingarnevnd og yvirfriðingarnevnd høvdu góðkent ætlanina.
Og tað bar ikki til hjá honum at at seta eina avgerð hjá friðingarnevndini úr gildið uttan at bróta lógina, tí avgerðir hjá yvirfriðingarnevndini eru endaligar og kunnu ikki kærast til landsstýrið.
Hann vísti somuleiðis á, at ætlanin hevði verið til hoyringar hjá kommunalu myndugleikunum í Suðuroy.
Tí var tað ómetaliga trupult at koma afturum aftur nú.
Hann vísti á, at skal avgerðin broytast nú, má alt málið ganga umaftur og má leggjast fyri friðingarmyndugleikarnar einaferð afturat, tí teir skulu eisini góðkenna eina nýggja ætlan.
? Hetta málið hevur verið viðgjørt í eini tvey ár og tí var tað spell, at umhvørvisáhugaðir suðuroyingar ikki gjørdu vart við seg, fyrrenn nú, helt hann.
? Tað er øgiliga dýrt at gera royndir og kanningar og tí er tað umráðandi, at støða verður tikin til slík mál sum hetta beinanvegin, tá ið ætlanin verður løgd til rættis og ikki nú, hon er at kalla klár at seta í verk. Av tí at tað er so dýrt at gera royndir, ber ikki til at kanna allan fjørðin og eru tað pláss, sum eru útihýst, eigur tað at vera gjørt greitt beinanvegin, segði Eyðun Elttør.
Sí eisinigreinarnar: ?Seta strangar treytir?
?Tíðin má ikki vera avgerðandi?
?Guds gávu er tað skylda okkara at varðveita?
?Ein bardagi við tíðina?