Í sambandi við at Hagstova Føroya tann 18. mai 2020 kunngjørdi nýggjastu tølini fyri 2018, har gjørt verður vart við, at 10,1 % ella yvir 5000 fólk í Føroyum eru í fátækraváða harav helvtin av hesum eru pensjónistar, hevur Landsfelag Pensjónista hesar viðmerkingar:
Nærum helvtin av teimum, ið eru í fátækraváða í Føroyum eru pensjónistar. Fátækraváðin millum pensjónistar í Føroyum er grundarlagið til, at Landsfelag Pensjónista javnan heitir á politisku myndugleikarnar um at hækka pensjónina.
Talvurnar niðanfyri vísa, hvussu gongdin hevur verið seinastu árini, nevniliga at pensjónistarnir í veruleikanum eru blivnir verri og verri fyri í mun til restina av samfelagnum. Tey eldru eru nógv verri fyri enn tey yngru, serstakliga eldri kvinnur.
##med2##
Um ein tekur øll húski í Føroyum í 2018, so eru 10,1 % í fátækraváða, meðan 27,4 % av pensjónistunum eru í fátækraváða, og fyri eldri kvinnur eru tað 31,2 %.
##med3##
Ójavnin heldur fram
So seint sum 9. desember 2019 mælti Landsfelag Pensjónista løgtinginum til at broyta lógaruppskotið í samband við broyting í pensjónsviðurskiftunum, har víst varð á tí skeivu sosialu fordeilingini, sum uppskotið legði upp til.
Landsfelag Pensjónista ynskti hesar broytingar soleiðis, at uppskotið gjørdist rættvísari, og at meira peningur varð latin pensjónistum, ið vóru í fátækraváða.
Júst um hetta sama mundi høvdu vit einar 2500 pensjónistar í fátækraváða, og mæltu vit til, at teir at vórðu lyftir upp.
Annars kann viðmerkjast, at Landsfelag Pensjónista í fleiri ár hevur gjørt vart við, at lítið og einki er at liva fyri hjá einum pensjónisti, ið einans hevur fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av.
Í 2018 fekk ein stakur fólkapensjónistur 127.380 kr. um árið eftir skatt og gjøld, og er tað yvir 20.000 kr. undir fátækraváðanum, ið er 147.589 kr. eftir skatt og gjøld. Tí hevur felagið fleiri ferðir heitt á myndgleikarnar um at hækka pensjónina í minsta lagið við 2.000 kr. um mánaðan.
Fátækraváði
Tá ein er í fátækraváða, er inntøkan 60 % av miðinntøkuni. Miðinntøkan er tann mittasta inntøkan, tvs. tann inntøkan, sum býtir talið av øllum borgarunum í Føroyum í tveir eins stórar bólkar. Helvtin av borgarunum hevur størri inntøku og hin helvtin minni inntøku enn miðinntøkan.
Um vit hyggja eftir nýggjastu tølunum frá Hagstovu Føroya, so er miðinntøkan í 2018 í Føroyum 245.982 kr. um árið, tvs. at 27,4 % av pensjónistunum liggja næstan 120.000 kr. undir. Hetta ger, at pensjónistarnir eru ein fátækur bólkur í okkara vælferðarsamfelagi.
Hóast pensjónin er hækkað hesi seinastu tvey árini, so eru vit vitandi um, at lønirnar og bruttotjóðarúrtøkan eisini eru nógv hækkaðar, so tað er langt frá, at hesin stóri bólkurin av pensjónistunum eru við at koma uppum fátækraváðamarkið.
At 27,4 % av pensjónistum eru í fátækraváða, metir Landsfelag Pensjónista er undir alt lágmark, og roynir felagið at lyfta pensjónistar uppum fátækraváðan við staðiliga at heita á politiska myndugleikan um at syrgja fyri, at bøtt verður um trupulleikan.