Alt skal kannast - heilt aftur til 2010

Høgni Hoydal góðtekur ikki, at tað bara er framferðin hjá Jacobi Vestergaard hesi bæði seinastu árini, sum skal kannast út í æsir

Beinanvegin Tjóðveldi sleppur í samgongu aftur, skal ein kanningarstjóri setast at kanna, hvussu fiskirættindi eru útlutað heilt frá tí at kanningarstjórin verðurt settur og líka aftur til 2010. Tað ger Høgni Hoydal, formaður floksins, greitt í eini fráboðan í dag. 

 

Hann vísir á, at 21. oktober í fjør kravdu 15 tingfólk úr andstøðuni, at formansskapurin í Løgtinginum setti ein kanningarstjóra at kanna, hvussu fiskirættindini eru umsitin hesi seinastu árini, heilt aftur til 2010

 

Orðarætt var uppgávan hjá kanningarstjóranum, hendan: At kanna lógargrundarlagið, lógar- og reglutulkingar og fyrisitingarligu avgerðirnar í føroyskari fiskivinnufyrisiting viðvíkjandi tilluting og útluting av fiskirættindum síðan 2010, og harundir fyrisitingarligar avgerðir um ítøkiligar útlutingar av fiskirættindum frá 2018 til og við 2021.

 

Eftir reglunum kunnu tveir fimtingar av løgtingslimunum, ella 13 tinglimir, krevja eina slíka kanning og tí skuldi kanningarstjórin setast.

 

– Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, kolldømdi tó meginpartin av kanningarsetninginum og vildi bara hava, at hesi bæði seinastu árini verða kannað, sigur Høgni Hoydal. Tíðliga í vár setti hann tískil ein kanningarstjóra at kanna, hvussu Jacob Vestergaard hevur útlutað fiskirættindi í 2020 og í fjør.

 

Høgni Hoydal ger greitt, at tey taka als ikki undir við, at tað bara er hetta stutta tíðarskeiðið, sum skal kannast. Hann sigur, at Ivi er reistur um, hvussu fiskirættindi eru útlutað øll árini síðan 2010. Sostatt er ivi eisini sáddur um leiklutin hjá Tjóðveldi í sambandi við útlutingina í 2011 og útlutingina, meðan eg sjálvur var landsstýrismaður í fiskivinnumálum í seinasta samgonguskeiði, sigur Høgni Hoydal.

 

Okkara Fiskiríkidømið er ogn hjá øllum føroyingum og hvørt ár verða fiskirættindi fyri fleiri milliardir lutað út til reiðarar sigur hann.

 

– Føroya fólk skal ikki vera í iva um, at okkara ríka náttúrutilfeingi, sum er ein høvuðssúla undir okkara búskapi, verður fyrisitið á bæði lógligan og sakligan hátt, leggur hann afturat.

 

– Tí vil Tjóðveldi staðiliga gera vart við, at vit framvegis standa við okkara krav um eina kanning, sum umfatar, hvussu allir landsstýrismenninir í fiskivinnumálum síðani 2010, hava útlutað fiskirættindi og, hvussu teir annars havsa umsitið sítt starv, sigur Høgni Hoydal.