Super Bowl byrjar í kvøld, sunnukvøldið kl.23.30 føroyska tíð, og verður víst beinleiðis á eitt nú danska 3+ og Viaplay.
Hetta er 55. útgávan av Super Bowl, sum vanliga brúkar rómversk tøl, og tí kallar hetta fyri Super Bowl LV.
Super Bowl verður í ár spælt á Raymond James Stadium í Tampa, Florida. Hetta verður fyrstu ferð í søguni, at eitt lið - í hesum føri Tampa Bay Buccaneers - spælir á heimavølli í Super Bowl.
Liðini, sum dystast, eru Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs. Sambært veddingarfyritøkum er Kansas City Chiefs ein lítil favorittur.
Stóri dysturin í dystinum verður ímillum teir báðar quarterbacks, legenduna Tom Brady hjá Tampa Bay Buccaneers og ungu stjørnuna Patrick Mahomes hjá Kansas City Chiefs. 43 ára gamli Tom Brady hevur vunnið Super Bowl seks ferðir, meðan 25 ára gamli Patrick Mahomes hevur vunnið Super Bowl eina ferð. Tað var í fjør.
22.000 áskoðarar vera til Super Bowl, har eitt atgongumerki kostar ímillum 26.000 og 370.000 krónur. 7.500 av áskoðarunum vera tó heilsustarvsfólk, ið hava fingið atgongumerkið ókeypis. Aðrir 30.000 áskoðarar vera eisini til staðar, men teir eru gjørdir úr pappi.
Nógv verður gjørt burturúr sangframførslum í Super Bowl. Country-sangarin Eric Church og R&B-sangarinnan Jazmine Sullivan syngja tjóðsangin áðrenn dystin, og aktuella kanadiska stjørnan The Weeknd syngur í hálvleikinum.
Amerikanarar gera nógv burturúr mati til Super Bowl, og tað er vanligt at eta chicken wings afturvið. National Chicken Council metir, at tað Super Bowl-vikuskiftið verða etnar 1,4 milliardir chicken wings í USA.
Í USA verður tað sjónvarpsrásin CBS, ið sjónvarpar Super Bowl, og ynskir tú at lýsa meðan dysturin er, so verður tað ikki bíligt: 34 milliónir krónur fyri eina hálva minutt lýsing.
Høvuðsdómari í Super Bowl verður 60 ára gamli Carl Cheffers. Afturat sær hevur hann eitt nú Sarah Thomas, ið gerst fyrsti kvinnuligi dómari í Super Bowl-søguni.