- Altíð trupult móti Skála

Liðskiparin hjá NSÍ, Óli Hansen, var sjálvsagt skuffaður um tapið ímóti Skála, tá vit fingu orðið á hann. Vit spurdu hann, hvat tað var, sum gekk galið.

– Tað gongur ikki so nógv galið hjá okkum. Dystirnir í millum NSÍ og Skála eru altíð tættir og truplir, og tað vita vit eisini frammanundan. Teir liggja rættiliga langt afturi á vøllinum henda dystin, og eg haldi, at teir duga væl at bróta okkara álopsspæl niður. Samstundis koyra teir við skjótum mótálopum, og hetta eydnaðist hjá teimum, staðfestir Óli Hansen.