Alt verður riggað til

Í Klaksvík leggja tey í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til landsdystin, sum samstundis er byrjanin til nýtt tíðarskeið í føroyskum kvinnuhondbólti

Landsdystur


Tað er ikki sørt at tey eru spent í Klaksvík, nú KÍ-høllin er staðið, har startskotið til fyrstu uppgávurnar hjá kvinnulandsliðnum skal latast av.

Hetta verður fríggjakvøldið klokkan 19.00, tá kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Svøríki spæla fyrra dystin sínamillum.


Royna at draga fólk til

Fyrireikingunum til dystin stendur Stjørnan fyri, og har verður í øllum førum roynt at fáa fólkið í býnum at koma fjølment í høllina.

Rógvi Nielsen, sum eisini er høvuðsvenjari hjá Stjørnuni, sigur við Sosialin, at tað einamest eru klaksvíkingar, sum tey royna at fáa í høllina.

- Vit hava júst hongt plakatir upp ymsastaðni í býnum, og so fara vit eisini at lýsa í Norðlýsinum, so fólk her eru kunnað um, at dysturin verður leiktur her norðuri.

- Vit hava ikki gjørt nakað serligt fyri at draga fólk aðrastaðni frá, men vit rokna tó við, at HSF er okkurt fyri at kunna um hetta.


Ferðasamband er

At tey ikki hava gjørt nakað fyri at fáa fólk aðra staðni frá, merkir tó ikki, at hesi verða slept upp á fjall á nakran hátt.

Rógvi greiðir frá, at honum kunnugt er skipað fyri eykatúri, soleiðis at áskoðarar, sum koma aðra staðni frá, eisini sleppa yvir um Leirvíksfjørð eftir dystin.

Í hesum sambandi kann kanska leggjast afturat, at einki er at ivast í, at fyribils ferjan tekur nóg mikið av ferðafólki, til at øll sleppa við, men hinvegin tekur hon ikki so nógvar bilar, sum eitt nú Ternan ger.


Skapa góðar karmar

Annars fara tey í Stjørnuni eisini at gera sítt til, at karmarnir um sjálvan dystin verða nakað serligt.

Undan dystinum, kl. 17.00, verður sonevndur fordystur, har føroyska U-18 og U-21 landsliðið fara at dystast.

Undir sjálvum dystinum verður roynt at díkja á áskoðarafjøldina við tónleiki, hvørja ferð skorað er. Nakað sum klaksvíkingar annars hava gjørt nýtslu av seinnu árini, og sum avgjørt hevur sett sín dám á teirra heimadystir.

Harumframt verður eisini møguleiki hjá áskoðarunum at keypa sær eitthvørt afturvið dystinum, umframt at Stjørnan eisini fer at skipað fyri sølu av lutaseðlum, sigur Rógvi.

Sostatt eru tað bert sjálvir áskoðararnir, sum mangla til dystin, men vónandi fer at bera til at fylla høllina, soleiðis at føroyska liðið kann fáa so dyggan stuðul, sum til ber.

Hetta átti eisini at borið til, tí seinastu vetrarnir hava víst, at klaksvíkingar so sanniliga hava áhuga fyri hondbólti. Besta kvinnuliðið megnar aloftast at draga á leið fulla høll, og koma so eisini fólk aðra staðni frá enn Norðoyggjum, er einki at ivast í, at fortreytirnar fyri einum góðum føroyskum úrslitið eru so góðar, sum tær kunnu verða.