Alt verður púra opið í Gundadali

Felags fyri Víking og HB er, at tey stóran part av tíðini í Sarpugerði vóru 10 ímóti 10

Alex Troleis hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Sarpugerði, har útslitið millum Víking og HB var 2-2. Hálvleiksstøðan var 2-1 til Víking, sum lítla løtu undan steðginum var í ynskistøðu. Eftir stórt kiks í HB verjuni varð Andreas Lava Olsen leysur frammanfyri HB málverjan. Bartal Wardum ofraði seg og taklaði, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Víking.

 

Teitur Matras Gestsson hálvbjargaði royndini úr 11 metrum frá Sølva Vatnhamar, men Sølvi var fyrstur á returbóltinum, og so var 2-1 til Víking, og HB var undirmannað.

 

Sølvi Vatnhamar, sum ikki hevur skorað í fleiri teimum seinstu landskappingardystunum, var í kvøld tvífaldur málskjútti.

 

Eftir stórt korter legði Sølvi Vatnhamar Víking á odda eftir sending frá Arnbjørn Svensson, og seks minuttir seinni javnaði HB, tá ið Hørður H. Askham setti bóltin ímálið eftir sending frá Daniel Johansen.

 

Tá ið teir fóru undir seinna hálvleik, sá tað út til, at Víkingur var stórfavorittur, men soleiðis var tað bara í 10 minuttir. So sá Noah Mnenéy gula kortið fyri aðru ferð, og harvið vóru tað 10 ímóti 10.

 

Talan var um nógvar nærdystir og gula kortið var ofta á lofti, og seks minuttir undan leikloki var tað innskifti Áki D. Samuelsen, sum eftir innlegg úr vinstru og sera hegnisliga við høvdinum sendi bóltin í handara síðunetið.

 

-Eg eri sera fegin, nú síðsta bríksl hevur verið. Tá ið vit fóru at hvíla okkum, vóru vit aftanfyri 2-1, og vit vóru 10 og teir vóru 11. Tá vóru útlitini ikki góð, men vit reistu okkum, og nú er tað púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sigur HB liðformaðurin Teitur Matras Gestsson.

 

-Vit eru vónbrotnir, tí vit tóku ikki av, tá ið tað lá til høgrabeinið hjá okkum. Arnbjørn Svensson, sum var stak væl upplagdur, átti uppleggið til fyrra málið, og tá ið vit øktu til 2-1, og teir mistu ein mann, var talan um lyklastøðu, sum koppaði okkum til fyrimunar, men tíverri javnaði tað seg manningarliga, og so skoraðu teir eitt mál aftrat, uttan at teir høvdu havt nakran upplagdar málmøguleika í seinna hálvleiki, sigur Sølvi Vatnhamar.

 

2-2 og nú er tað púra opið, áðrenn tað verður farið undir seinnu hálvfinaluna, sum verður í Gundadali mikudagin 5. oktober.

 

 

 

Løgmanssteypið

 

Fyrra hálvfinala

 

Víkingur – HB 2-2 (2-1)

 

1-0: Sølvi Vatnhamar

 

1-1: Hørður Askham

 

2-1: Sølvi Vatnhamar

 

2-2: Áki D. Samuelsen

 

Dómari: Alex Troleis

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Arnbjørn Svensson, Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Ári Mohr Jónsson, Heðin Hansen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Stefan Radosavljevic, Pætur J. Petersen