Alt virkið er kola upp, heilt frá frystigoymsluni í vestara enda og úteftir
Tað sigur, fólk sum er á staðnum, nú stóreldur hevur
Tað var í morgun, at eldur kom í uppsjóvarvirkið hjá Varðanum á Tvøroyri og eitt skifti góvust tey at sløkkja, tí eldurin, varmin og roykurin var so nógvur, at tað fekst ikki tamarhald á eldin.
Men síðani er Brimil komin suður at sløkkja, so nú hevur verið spulað bæði av landi og av sjónum, so fólk á staðnum siga, at nú er eldurin minkaður og at líkt er til, at tamarhald er á støðuni.
Samstundis vælmannað sløkkilið á veg suður við Smyrli, sum siglur vi fullari ferð suður á Vág
Men skaðin á virkinum er heilt stórur og alt virkið er kolað upp, frá frystigoymsluni og eystureftir, verður lagt afturat.
Tað er heldur ikki hugsingur um at fara ov nær, tí har eru nógvar trýstfløskur á virkinum, so enn er óvist, nær tað er kólnað so frægt, at fólk sleppur inn.
Annars eru øll fólk rundan um fjørðin flutt burtur, tí nógv ammoniakk er á virkinum, so fer tað at leka, er tað lívshættisligt.
Myndina hava vit fingið sendandi á Tvøroyri, og hon vísir, hvussu illa virkið er farið