Alternativ útgávukonsert í Tutl

Seinnapartin hevur alternativi trubadururin Jákup Eli Joensen – stytt Jákup Eli – útgávukonsert í Tutl-handlinum í Havn í samband við, at fløgan kemur út í handlarnar í dag.

 

 

Eftir at hava ligið á eini heimabrendari fløgu í fleiri ár, hevur sumbingurin Jákup Eli Joensen nú endiliga givið tilfarið út á fløgu.

Úrslitið er ein útgáva, ið nevnist Kom við Mer, sum kemur út í handlarnar í dag.

Í hesum sambandi fer Jákup Eli at hava útgávukonsert í Tutl-handlinum í miðbýnum í Havn klokkan 16.30 í dag, fríggjdagin.

 

Alternativur tónleikari

Jákup Eli Joensen er ein alternativur trubadurur, sum vann hjørtuni á mongum fyri nøkrum árum síðani.

Ungi tónleikarin er ein partur av ættarliðnum, sum gjørdi um seg í Margarinfabrikki um aldarskiftið. Hann spældi til ymiskar konsertir í ungdómshúsinum har, umframt at luttaka í onkrari Popp Topp-konsert.

Hóast hann ongantíð hevur givið nakað út, hevur hann so líðandi fingið ein ávísan kult-status á myspace, har nøkur av hansara løgum er løgd út.

Tónleikurin er hvørki poleraður ella kompliseraður.

Kortini megnar Jákup Eli onkursvegna at raka eina nerv sum fáur. Hansara erligu og stuttligu tekstir, hansara einfalda gittarspæl og hansara serstaka rødd fanga áhoyraran.